Skriva út
Lagt út: 08.05.2014

ES setur kikaran á avmarkaðu vitanina um havøki

Í tíðindaskrivi boðar ES kommissiónin í dag frá, at átak nú verður gjørt til tess at kortleggja havøki og tað tilfeingi, sum er í heimshøvunum. Talan er um átak, sum snýr seg um fiskivinnu, gransking og nýskapan, og sum m.a. fer at fevna um útboð í Horizon 2020.

Tað eru ES ráðharrarnir Maria Damanaki, fiskivinnuráðharri og Máire Geoghegan-Quinn, ráðharri fyri gransking og nýskapan, sum hava stungið nýggju ætlanina út í kortið.

Máire Geoghegan-Quinn heldur, at menniskjan veit sannlíkt meira um flatuna á mánanum, enn um havbotnin, og hon heldur, at havøki kann vera við til at loysa framtíðar avbjóðingar, bæði viðvíkjandi veðurlagsbroytingum og trygdini í okkara matvørum.  

Ítøkiliga er ætlanin millum annað at hava talgilt kort yvir havbotnin í evropeiskum sjóøki í ár 2020. Meira kunning um ætlanina og bakgrundina fyri henni kann lesast her