Skriva út
Lagt út: 26.08.2015

Embætisfólk spyrja mest eftir vitan og gransking

Danmarks Forsknings- og iInnovationspolitiske Råd (DFiR) kannar nýtsluna av granskingargrundaðari vitan í politikkmenningini og hevur í hesum sambandi viðtalskanna embætisfólk í Stóra Bretlandi, Hollandi, Finnlandi og hjá ES nevndini.

Hetta stendur at lesa í DFiRBrief nr. 4, sum er tíðindabræv hjá DFiR.

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at embætisfólk í stjórnarráðum í størri mun enn politikarin royna at undirbyggja politisk átøk við vitan og gransking. Tað er almenn fatan hjá teimum, sum hava luttikið í kanningini, at tað er møguligt at økja um og betra ta granskingargrundaðu vitan, sum fæst til vega og nýtsluna av hesi. Fatanin er eisini, at samtala og vitanardeiling millum stjórnarráðini, um hvussu politisk átøk virka og teirra samfelagsbúskaparligu árin, kunnu verða styrkt. Tað vil geva nýggjum átøkum hægri góðsku og løggildi.

Stjórnarráð framleiða vitan, deila vitan og eru vitanarkundar. Hesiar leiklutir skulu stjórnarráðini handfara á skynsaman hátt í samskiftinum við ráðharran og tá politisk átøk verða sett í verk.

Í frágreiðingini verður víst á gongdina, har vitan í størri mun verður heintað uttanfyri stjórnarráðið, at marknaðurin stýrir vísindagrundaðum tænastum og at orkan hjá stjórnarráðunum at fáa til vega og viðgera vitan er minkað.

Næsta stig í kanningini hjá Danmarks Forsknings- og Innovationspolitiske Råd verður at kanna donsku stjórnarráðini. Ein kanning í Danmark kann vísa á munir millum londini og greina, hvussu donsk stjórnarráð brúka almennu granskingarstovnarnar, tá ið vitan og gransking verður fingin til vega.

Tað er ráðgevingarfyritøkan Technopolis, sum hevur gjørt kanningina fyri DFiR. Les alla kanningina her