Skriva út
Lagt út: 03.03.2018

Eitt nýtt ættarlið av føroyskum granskarum bar aliráðstevnuna

Fríggjadagin 2. mars var árliga aliráðstevnan á Hotel Føroyum. Tað er Havbúnaðarfelagið, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum á hvørjum ári savnar fólk úr allari alivinnuni, frá almennum stovnum, granskingarumhvørvinum og aðrastaðni við. Í ár vóru gott 350 luttakarar á ráðstevnuni.

Aksel V. Johannesen setti ráðstevnuna 2018. Røðan kann lesast her 

Tað eru nøkur afturvendandi evni á skránni. Umboð fyri Kontali Analyse í Noregi greinar gongdina í alivinnuni og samanber lyklatøl. Eisini verður mett um útlitini komandi árið.  Rúni Dam frá Avrik greinar støðuna í Føroyum og ger metingar frameftir. Dagurin endar við, at bestu úrslitini frá farna ári verða kunngjørd og heiðurstekin latin.

Flestu framløgurnar á degnum eru frá granskarum, sum leggja fram vitan og úrslit frá verkætlanum og ætlanir um komandi verkætlanir. Í ár var talan um styttri og longri framløgur frá 12 granskarum um streym, rák og aldu, um útsjónd av flaki, laksa- og seiðalús og -smittu, sjúkur, strongd, biofiltur og bakteriur.       

Eitt, sum fleiri bitu merki í og viðmerktu, var, at allir granskararnir, sum løgdu fram í ár, eru føroyingar. Hetta er ein eyðsýnd broyting í mun til fyrstu aliráðstevnurnar, har tað í stóran mun vóru útlendskir granskarar, sum komu higar at fortelja um sína gransking.  

Eisini løgmaður viðmerkti hetta í síni røðu:    

“Tað er hugaligt, at skráin til aliráðstevnuna vísir, at vit í Føroyum hava eitt sterkt granskingarumhvørvi, ið er við til at menna okkara vinnu. Fiskaaling, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Havstovan klára nærum at fylla skránna við gransking, ið er beinleiðis vinnurelevant. Eisini hetta er nakað, sum landið og vinnan í felag mugu menna og styrkja frameftir.”

Almenn stuðulsfígging og vinnusamstarv eru lykilin

Granskararnir, sum løgdu fram, eru øll í starvi á Fiskaaling ella øðrum almennum stovnum. Talan er annaðhvørt um føst størv ella um verkætlanarstørv við uttanhýsis fígging. Fleiri av hesum hava fingið partvísan stuðul til gransking eina ella fleiri ferðir úr Granskingargrunninum. Flestu verkætlanirnar, sum vóru lagdar fram, eru gjørdar í samstarvi við vinnuna og eru eisini í ávísum førum stuðlaðar fíggjarliga haðani. Størsti parturin er fíggjaður umvegis stovnsjáttanirnar.

Umframt hesar granskararnar, eru fleiri afturat, sum dagliga granska í alitengdum evnum, so sum lívfrøði, havfrøði og tøkni av ymsum slag. Hesir arbeiða á sama hátt við samansettari fígging og samstarvi millum almennar stovnar og vinnu.

Talið av granskarum á økinum er vaksið støðugt seinastu 10 árini, soleiðis at vit í dag kunnu fegnast um, at vit hava fleiri serfrøðingar í landinum at arbeiða við teimum spurningum, sum alivinnan og myndugleikar hava tørv á at vita meira um.

Tíð uppá at hugsa um laks sum mat

Ein forkunnugur gestur á ráðstevnuni við Gutti Winther, kokkur. Fyriskipararnir hildu, at tað var fyrstu ferð, at fokus á aliráðstevnuni varð sett á, hvussu laksur smakkar. Gutti Winther helt, at tað var tíð uppá at hugsa og tosa um laks sum mat og at tosa um smakk og góðsku. Hann hugleiddi og bjóðaði vinnuni av í mun til fatan av vøruni og til marknaðarføring úti og heima.    

Andrias Reinert kosin heiðurslimur í Havbúnaðarfelagnum

Eitt annað serligt tiltak á ráðstevnuni var at Havbúnaðarfelagið heiðraði slóðbrótaran og eldsálina Andrias Reinert við at gera hann til heiðurslim í Havbúnaðarfelagnum.

Andrias Reinert var í mong ár stjóri á Fiskaaling og hevur heilt síðani 1960ini arbeitt við aling og á maritima økinum yvirhøvur. Fyri tveimum árum síðani heiðraði Fiskaaling hann við at kalla bátin hjá felagnum upp eftir honum.   

Skráin fyri Alirástevnuna 2018 sæst her  

Yvirlit yvir undanfarnar aliráðstevnur er her