Skriva út
Lagt út: 28.01.2010

Eilif Gaard nýggjur stjóri á Havstovuni

Fiskimálaráðið hevur sett Eilif Gaard í starvið sum stjóri á Havstovuni.

Eilif Gaard er 53 ára gamal og hevur starvast innan ymisk virkisøki á Havstovuni í góð 20 ár. Hann hevur síðani 2001 eisini verið adjungeraður lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Eilif er útbúgvin innan lív- og evnafrøði á Odense Universitet, leyk prógv  í 1986.  Harumframt er hann doktari í lívfrøði við sergrein í vistfrøðiskipanini á føroyska landgrunninum, frá Universitetet i Tromsø í 2001.

Ætlandi tekur hann við nýggja starvinum í seinasta lagi 1. mars 2010. Hann avloysir Hjalta í Jákupsstovu, sum fer frá fyri aldur.

Les um Eilif Gaard í Heilagrunninnum