Skriva út
Lagt út: 23.04.2008

Eg havi hoyrt hetta fyrr!

sigur formaðurin í Granskingarráðnum Eyðun Andreassen:

"Játtanin til Granskingargrunnin fekk heldur ikki eitt oyra afturat frá Mentamálaráðnum hesuferð. Í veruleikanum minkar játtanin við vaksandi útreiðslum. Bert at viðlíkahalda hagtølini um gransking og menning verður ikki gjørligt. Einaferð vaks játtanin, so munur sást á, men síðani hevur hon aftur staðið í stað, og við hvørt er hon minkað.

Hetta er triðja landsstýrissamgonga í mínum skeiði sum  formaður í Granskingarráðnum, og Kristina Háfoss er níggjundi granskingarmálaráðharri. Eg havi tosað við teir átta undan henni, og allir sum ein hava lovað, ja næstan fyri sítt lív, at næsta fíggjarár, tá skal granskingin  raðfestast, og tá skal gongd setast á.

Á einum veljarafundi úti á Fróðskaparsetrinum upp undir næstsíðsta val, spurdi eg valevnini, um teirra flokkur raðfesti gransking. Við ymsum orðingum søgdu allir ja. Uttan Jenis av Rana. Tá var gransking í mannaílegum nógv frammi í kjakinum, og Jenis bar fram sín iva um tað rætta í øllum hesum. Her vóru ov nógvir óumhugsaðir spurningar við júst hesi gransking. Hann helt tí ikki, at hansara flokkur beint tá, í hvussu er, uttan fyrilit kundi siga, at gransking generelt var raðfest frammarlaga hjá teimum.

Eftirtíðin hevur víst, at bert Jenis av Rana tosaði heilt ærliga tá. Eingin flokkur hevur enn raðfest gransking! Uttan í ein ávísan mun Sambandsflokkurin. Eilif Samuelsen stovnaði Granskingarráðið, tá hann var mentamálaráðharri, og Edmund Joensen er drívmegin í arbeiðinum við einum havgranskingardepli í Føroyum.

Men hesaferð skuldi tað so vera. Allir flokkar raðfesta gransking allar fremst. Umaftur og umaftur hava vit nú hoyrt hetta, ár út og ár inn.

Tað stendur í øllum floksskráum, í øllum valskráum, í øllum valrøðum. Tað stendur í samgonguskjalinum.

Bara ikki í fíggjarlógaruppskotinum! Har stendur øvugt. Minni til gransking!

Einki argument fyri gransking hevur enn vunnið frama í nakrari fíggjarlóg. Bert í røðum, valskráum og propagandatilfari!

Og píkastarill um ikki hetta heldur fram. Næsta ár skal tað vera. Níggjundi granskingarmálaráðharrin, hon við minkandi játtan til gransking, sigur tað. Sjálvt fíggjarmálaráðharrin sigur tað, og so er Miðflokkurin komin upp í kórið. Og at enda løgmaður. Men hann hevur jú verið løgmaður eina heila samgongu uttan vaksandi játtan til granskingina. Hevur hann skift meining nú?

Tit gera við almennu játtanirnar sum tit vilja, og væl sum tit halda vera best! Tað skal vera soleiðis.

Men hvussu skal ein kunna trúgva tykkum. Enn einaferð!

Mín tíð sum formaður í Granskingarráðnum er av. Fyri tveimum árum síðani varð nýggj lóg um gransking samtykt í løgtinginum. Eftir henni er Granskingarráðið niðurlagt, og í staðin skal koma eitt Føroya Vísindaráð við løgmanni sum formanni og ein Granskingarnevnd at umsita peningin.

Heldur ikki tað hevur landsstýrið fingið upp í lag. At velja hesa nevnd. Tí situr gamla ráðið enn, har eg havi verið formaður. Eg havi fyri langari tíð síðan boðað umsitingini í Mentamálaráðnum frá, at eg vil ikki veljast aftir. Havi sitið nóg leingi. Men einki eg frætti uttan leysatíðindi av og á um, at nú fer tað at verða. Í hesi vikuni! Tað verður heilt skjótt! Fyrsta dagin!

Tvey ár eru gingin við hesum.

Tey retorisku argumentini hjá øllum hesum lovandi politikarunum fyri raðfesting av gransking eru, at Føroyar mugu av álvara fara undir at byggja nýggjar vitanargrundaðar vinnur. Tað er framtíðin fyri land okkara.

Hetta eru eisini argumentini hjá okkum í Granskingarráðnum. Sum vit hava endurtikið og endurtikið øll hesi mongu ár.

Sópingarkonan spurdi Øskudólg, hvussu tey skuldu liva bæði: 
 “...tá síl eru eingi í á? 
 ....tá fiskurin vil ikki bíta? 
 ....tá ið bóndin eigur einki korn?” 
                      
 Ikki sørt, at ein kennir seg sum sópingarkonan, tá Øskudólgur svaraði: 
 “Far tær aftur á dungan út, 
 eg vil ikki við teg pranga!”