Skriva út
Lagt út: 23.01.2017

EduArctic styrkir náttúruvísindaligar førleikar hjá næmingum

EduArctic er ein ES-verkætlan, sum bjóðar skúlum inn í vísindaliga umhvørvið við hugtakandi søgum frá arktiskari gransking í m.a. Føroyum, Svalbard, Íslandi og Noreg. Verkætlanin vendir sær serliga til ung og lærarar teirra í framhaldsdeild og miðnámsskúlum við fyrilestrum, kappingum, kanningum og øðrum.

Jarðfeingi og samstarvspartar í Føroyum luttaka saman við stovnum í Póllandi, Fraklandi, Íslandi og Noreg í EduArctic-verkætlanini, sum heldur fram til 2018.

Úrslitini frá PISA-kanningunum, sum vórðu almannakunngjørd í desember, vístu, at stórur tørvur er á fjøltáttaðum undirvísingartilfari til skúlar innan náttúruvísindalig og tøknilig evni. Tað er nakað av hesum, sum EduArctic-verkætlanin bjóðar.

EduArctic-verkætlanin er samansett av fimm eindum:

• Webinar-fyrilestrar um náttúruvísindi og arktiska gransking.

• Polarpedia, sum lýsir vísindalig hugtøk og ymiskt undirvísingartilfar á fimm ymiskum málum.

Arktisk kapping fyri skúlanæmingar í øllum Evropa, har vinningurin er ein arktisk kanningarferð.

Náttúrukanningar í umhvørvinum kring skúlan.

Læraraskeið.

Í hesum døgum byrja undirvísingartilboðini til skúlar í Føroyum og kring alt Evropa. Skráin við m.a. kapping og fyrilestrum er at síggja á portalinum hjá verkætlanini: Edu-arctic.eu

Lærarar í fólkaskúlum og miðnámsskúlum hava møguleika at tekna seg og gera gagn av ókeypis tilboðum, sum verkætlanin bjóðar.

Til ber at fylgja EduArtic á Facebook, Instagram, Twitter og LinkedIn.

Kelda: jf.fo