Skriva út
Lagt út: 28.11.2012

EBI/FarGen skeið í bioinformatik

Altjóða skeiðið í bioinformatik, sum FarGen skipar fyri saman við European Bioinformatic Institute, er byrjað í morgun.

Skeiðið er fullteknað við 30 luttakarum frá Ílegusavninum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Fróðskaparsetrinum, Heilsuverkinum, Keypmannahavnar Universiteti, Ålborg Sygehus, Uppsala Universiteti, Fiskaaling og FarGen.

Í dag og í morgin verður arbeitt við amboðum í samband við Ílegugransking. Les meira um skeiðið her