Skriva út
Lagt út: 20.05.2010

Doktaraverja av slóðbrótandi KT-gransking í optimering av chipdesign

Í morgin fríggjadagin verður doktaraverja, har Martin Zachariassen skal verja sína gransking, sum er í optimering av chipdesign. Heitið á ritgerðini er:  Fixed Orientation Interconnection Problems: Theory, Algorithms and Applications.

Martin Zachariasen, sum er formaður í Granskingarnevndini, er lektari og institutleiðari fyri DIKU, tað er Datalogisk Institut við Københavns Universitet.

Verjan verður fríggjadagin 21. mai kl. 14.00  i Anneksauditorium A, Studiestræde 6, København K. Verjan verður á enskum og roknað verður við, at hon varðir 2½ tíma.  Aftaná verður móttøka.

Les meira um verjuna her

Granskingin hjá Martini verður roknað at verða slóðbrótandi og fer at seta nýggjar standardir fyri chipdesign. Les grein um granskingarúrslitini hjá Martini Zachariassen í Teknik og Viden

Les um Martin Zachariassen í Heilagrunninum