Skriva út
Lagt út: 13.03.2014

Danskur granskari staðfest feil í “Kleibers lóg”

Sjáldan er spurnartekin sett við alheims stoffskiftislógina 'Kleibers lóg' frá 1932, men nú staðfestir ein danskur granskari feil í lógini. Hetta broytir uppruna stoffskiftis-samanhangin millum djórabólkar markant.

Thomas Kiørboe og Andrew G. Hirst hava kannað dáta frá ymsum djórabólkum í havinum, og tað er við støði í hesum kanningum, at teir eru komnir til ta niðurstøðu, at Kleibers lóg inniheldur ein feil.

Stoffskiftið heldur brennitilgongdini í gongd við at umseta tað, sum vit eta, til orku.

Í djóraheiminum er tað týdningarmikið at kenna stoffskiftið hjá eitt nú landbúnaðardjórum. Við at kenna stoffskiftið, kann bóndin finna fram til, hvusu nógv fóður hann skal geva fyri at fáa mest møguliga nyttu úr djórunum.

Fyri at fáa eina ábending um røttu mongdina av mati, ið skal til, kann bóndin eitt nú brúka universellu Kleibers lóg.

Men nú staðfestir so ein danskur granskari ein feil í Kleibers lóg, sum higartil partvíst ikki hevur verið sæddur.

»Kleibers lóg riggar, so leingi hon einans skal greina tær einkultu verubólkarnar sum til dømis bakteriur, fiskar og súgdjór. Men hvørja ferð vit skifta frá einum bólki til ein annan sum til dømis frá bakterium til smádjór, passar Kleibers lóg ikki,« sigur Thomas Kiørboe, ið er professari á Centre fyri Ocean Life á Institut fyri Akvatiske Ressourcer á Danmarks Tekniske Universitet (DTU).

Eins og Thomas Kiørboe hava tað verið aðrir granskarar, ið hava víst á líknandi feil í Kleibers lóg millum annað í 1960'unum danski granskarin Axel Hemmingsen.

Men hesir granskarar hava ikki havt somu mongdir av upplýsingum til taks, sigur lektor Hans Malte, ið ikki hevur verið partur av kanningunum, men granskar innan sama øki.

Hann heldur, at nýggja kanningin er áhugaverd, hóast hon í sær sjálvum ikki er so praktiskt brúkilig.

Thomas Kiørboe heldur, at nýggja vitanin kann nýtast til at finna fram til neyvari myndlar til vistskipanir, sum kunnu nýtast til at meta um, hvussu eitt nú veðurlagsbroytingar, dálking og fiskiskapur ávirka einkultu vistskipanirnar.

Les alla greinina her: Videnskab.dk