Skriva út
Lagt út: 22.02.2013

Danskt-føroyskt-grønlendskt granskingarsamstarv

Danska stjórnin hevur játtað 10 milliónir kr. til eitt 3-ára danskt-føroyskt-grønlendskt granskingarsamstarv innan havfrøði, veðurlagsbroytingar og vistfrøði. Hetta er eitt framhald av havgranskingarsamstarvi, ið byrjaði í 2007, men er nú víðkað til eisini at umfata Grønland. Samstarvið verður samskipað av Havstovuni.

Á heimasíðuni hjá Havstovuni verður nú lýst eftir umsøkjarum til granskingarsamstarvið. Søkjast kann um verkætlanir, ið kanna gróðurin við Føroyar, umframt vistskipanir, æti og uppsjóvarfisk í havøkjunum millum Føroyar og Eysturgrønland. Talan er um tvær ph.d. verkætlanir og tvær post.doc. verkætlanir.

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni er sera fegin um at granskingarsamstarvið millum Danmark og Føroyar innan havfrøði, veðurlagsbroytingar og vistfrøði heldur fram og at tað nú eisini fevnir um Grønland.

 - Av teimum fýra verkætlanunum, sum nú lýst verða eftir,hava tríggjar støði í havøkinum við Føroyar, tó at tað eisini verður hugt eftir størri havøkjum. Tann fjórða verkætlanin tekur støði í økinum við Eysturgrønland.Seinni verður lýst eftir eini ph.d. verkætlan afturat við Eysturgrønland, sigur Eilif Gaard.

Samstundis, sum øktur dentur verður lagdur á samstarvið millum londini, verður í Grønlandi lýst eftir umsøkjarum til fýra ph.d. og eitt post.doc á Grønlendska Natúrinstituttinum. 

Lýsingin eftir umsóknum er tøk her