Skriva út
Lagt út: 09.11.2008

Danmark satsar uppá innovatiónsnetverk

Í Danmark er ætlanin, at nýggj sterk national innovatiónsnetverk skulu byggja brúgv millum gransking og vinnulív.

Lívsstílur, ljóðtøkni og flutningur eru nøkur av evnunum fyri 11 nýggj innovatiónsnetverk, sum Rådet for Teknologi og Innovation hevur gjørt av at samfíggja við til samans 130 mio. kr. næstu fýra árini.

Nýggja, sterka og landsdekkandi innovatiónsnetverkið hjá Videnskabsministeriet skal vera samlingspunktið, har fleiri túsund fyritøkur og granskarar kunnu hittast um nýggjar felags verkætlanir. Netverkini fokusera uppa øll innovatiónssløg og vinnuøkir, har Danmark hevur serligar styrkir og menningarmøguleikar, Samlað skal innovationsnetverkið vera inngongi hjá fyritøkunum til universitetini og til gransking, umframt samstarv við aðrar fyritøkur.

Les um grundgevingarnar hjá donsku stjórnini fyri hesi satsingini og hvat væntast burturúr á www.fi.dk