Skriva út
Lagt út: 14.12.2012

Dagmar skal hjálpa granskarum at koma til Føroya

Granskingarráðið hevur sett Dagmar Joensen-Næs í starv at byggja upp EURAXESS tænastu í Føroyum. Talan er um 2 ára verkætlan, sum er fíggjað av ES-granskingarsamstarvinum FP7.

Granskingarráðið hevur fingið játtað umleið 900.000 kr. frá ES til EURAXESS-verkætlan, sum skal gera tað lættari fyri granskarar at flyta millum lond at arbeiða. Talan er um at byggja upp eina tænastu í Føroyum, sum verður partur av netverki við umleið 200 sentrum í 38 londum.

Ítøkiliga er uppgávan at savna inn og miðla viðkomandi upplýsingar fyri granskarum, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska. Upplýsingarnar verða m.a. um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í samband við at flyta til annað land. Eisini skal føroyska granskingarumhvørvið lýsast.

Tilfarið skal skipast í eina hondbók og ein enskmæltan portal, sum kemur at liggja á euraxess.fo. Eisini skal skipast fyri verkstovum og skeiðum, har starvsfólk á avvarðandi stovnum kunnu hittast og umrøða praktisk viðurskifti og forðingar. Endamálið er í stuttum at gera tað lættari hjá granskarum at koma til Føroya ella at fara út í heim at arbeiða í styttri og longri tíð.

Ein týdningarmikil partur á portalinum verður tænastan EURAXESS Jobs. Har fer at bera til at finna leys størv, sum granskingarstovnar í Evropa lýsa við. Møguleiki verður at leita eftir størvum innan eitt ávíst granskingarevni og innan landafrøðilig øki. Á EURAXESS Jobs skulu øll leys størv, sum verða fíggjað ígjøgnum FP7, lýsast. Føroyskir stovnar og virkir fara eisini at kunna lýsa síni størv her og røkka hvørjum króki í Evropa uttan kostnað.

Stórur áhugi fyri starvinum
Tá freistin var úti 2. desember, vóru 12 umsóknir komnar. Fleiri onnur vístu eisini áhuga, men settust aftur orsakað av at starvið er parttíðar starv. Eftir samrøður við nakrar av umsøkjarunum varð gjørt av at bjóða Dagmari Joensen-Næs starvið. Hon er journalistur og korrespondentur og hevur seinastu góðu 20 árini arbeitt sum journalistur í Føroyum og Danmark. Hon byrjar í starvinum 1. februar 2013.