Skriva út
Lagt út: 06.04.2018

Búi K. Petersen vart ph.d.-ritgerð á Memorial University

Mikudagin 4. apríl vardi Búi K. Petersen ph.d.-ritgerð sína á Memorial University í St. John’s, Nýfundlandi. Hann hevur granskað og skrivað um mekanismur í arbeiðsmarknaðarsamráðingum bæði ítøkiliga í Føroyum og meira teoretiskt.

Heitið á ritgerðini er “Structure and Agency in Bargaining: Practice, Routines, Truce, and Individual Differences”. 

Búi K. Petersen sigur m.a. soleiðis um arbeiðið:

”Eg kannaði samráðingar í Føroyum í 2015 og 2016, altso áðrenn seinastu rembingarnar. Ein av niðurstøðunum var, at rutinan í samráðingunum, har ein fastlagdur lønarkarmur var ein av høvuðstættunum, gav ein stóran stabilitet, tvs. frið á arbeiðsmarkaðinum. Men samstundis minkaði tað munandi um fleksibilitetin og gjørdi tað m.a. næstan ómøguligt at gera tillagingar í lønarmuni. Ritgerðin kundi næstan síggja fyri sær ófriðin á føroyska arbeiðsmarknaðinum seinasta árið.

Nógv av hesum ikki er nýtt fyri tey, sum fáast við samráðingar í Føroyum. Eg havi so lýst og greinað hetta teoretiskt. Tú kanst siga, at eg brúki føroyska arbeiðsmarknaðarsamráðingar sum dømi til at menna ein nýggjan sosiologiskan vinkul uppá samráðingarteori.”

Í metingarnevndini vóru Dr. Vern Glaser, University of Alberta, uttanhýsis metari og Dr. Thomas Cooper og Dr. Jianyun Tang, Memorial University, innanhýsis metarar

Í vegleiðingarnevndini vóru Dr. Natalie Slawinski og Dr. Gordon Cooke, bæði vegleiðarar, umframt Dr. Dianne Ford og Dr. Amy Warren, øll frá Memorial University.

Verjan mikudagin gekk væl.

Enskur samandráttur

This thesis uses a practice theoretical lens to examine the social process of negotiation, particularly in the context of union-management negotiations. The use of a practice lens helps address some fundamental gaps in the existing negotiation and industrial relations literatures, where the focus generally is only on either the micro (behavioural) or macro (structural) aspects of negotiations. Furthermore, most empirical research on negotiation behaviour has tended to separate the negotiations from their natural context. Therefore, we have very limited knowledge about the interactions between behaviour, process, practice, and structure.  

In this thesis, I use the practice theoretical approach, generally referred to as strategy-as-practice. This approach emphasizes the need to see all behaviour as socially situated, and practices as instrumental in the maintenance of structures. Therefore, it helps address the micro-macro divide, especially in terms of the tension between agency and structure. For my investigation, I chose to examine multiple cases of collective agreement negotiations within a small Nordic jurisdiction (The Faroe Islands). I used a qualitative grounded theory approach that included a) observations of bargaining meetings; b) interviews with negotiators; and c) archival sources, such as meeting reports, collective agreements, email correspondence, and news media.

The theoretical model that emerged from my findings suggests that collective bargaining is a highly routinized process that produces a truce. On the one hand, this truce provides stability and reduces volatility in industrial relations; on the other, it induces rigidity and inertia, significantly reducing the ability of individual negotiators to influence process and outcomes. However, this model also suggests that individual negotiators do have some individual agency in shaping outcomes, albeit marginally. More importantly, the model shows the critical role negotiators play in enacting and maintaining the routine truce through practice. The thesis also examines the sources for the varying degrees of agency individual negotiators demonstrated, including individual skills, experience, education, cognition, relationships, as well as the status of the occupation they represent.

Ph.d.-verkætlanin er lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum.

Les meira um Búa K. Petersen í Heilagrunninum og um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum 

Mynd: Búi K. Petersen sitandi í miðjuni saman við limum úr metingarnevndini og vegleiðingarnevndini.