Skriva út
Lagt út: 17.10.2017

Børn granska: Er tað neyðugt at brúka sápu?

Upp til Vísindavøkuna vóru tað fleiri skúlaflokkar, sum royndu seg sum granskarar í kappingini Ársins Vitanarfróðu 2017. Hetta er kapping, sum Nám og Granskingarráðið skipaðu fyri á fyrsta sinni. Tá avtornaði komu frágreiðingar frá 3 flokkum inn til kappingina.

Á Vísindavøkuni 29. september varð kunngjørt, at 5. flokkur í Eysturskúlanum vann kappingina í ár.  

Frágreiðingarnar hjá flokkunum eru at síggja her:

5. flokkur í Eysturskúlanum - ER TAÐ NEYÐUGT AT BRÚKA SÁPU? 

Elsti bólkur (5. og 6. flokkur) í Frískúlanum í Havn - MATVANAR HJÁ BØRNUM FYRR OG NÚ

7. flokkur í Eysturskúlanum - ELEKTRISITET

7. flokkur í Eysturskúlanum - AKVARIUFISKAR OG LJÓS

Vit takka flokkunum og lærarum teirra fyri, at tey vildu vera við. Flott arbeiði!

Ársins Vitanafróðu 2018

Ætlanin er at skipa fyri hesi kappingini aftur komandi ár. Freistin at lata inn verður helst í seinnu helvt av juni. Arbeiðshátturin og reglurnar verða tær somu sum í 2017, sí kunning her.