Skriva út
Lagt út: 26.02.2014

Børn eiga at verða málkannað, men ikki fyri betri PISA-úrslit

Um vit sum vaksin skulu kunna stuðla børnum í teirra menning, skulu vit kenna teirra styrkir og veikleikar. Tað geva kanningar ella málscreeningar møguleika fyri.  Hetta siga granskararnir Sissal M. Rasmussen, Marit C. Clausen og Laila Kjærbæk í kronikki í Information í morgun.

Tær koma við sínari hugsan til kjakið, sum hevur verið í Danmark seinastu mánaðirnar, um hvørt tað er rætt at gera kanningar av málinum og málmenningini hjá smábørnum. Onkur hevur beinleiðis mælt til at geva børnunum frið, tí kanningar órógva natúrligu læringina.

Sissal og samstarvsfelagar hennara eru samdar í sjónarmiðinum, at børn eru ymisk og læra ymiskt, men tær halda júst tí, at tað er tørvur á at brúka kanningar, fyri at staðfesta, á hvørjum stigi børn eru. Tað er serliga við at finna børn við serligum avbjóðingum heilt tíðliga, at kanningarnar eru til nyttu. Tá ber til at geva neyðuga hjálp fyri at fyribyrgja lesi- og skrivitrupulleikum seinni. Gransking í mong ár hevur prógvað, at tað er størri og betri nytta av hjálp fyrr heldur enn seinni .

Les allan kronikkin í Information her.
 
Sissal M. Rasmussen og Marit C. Clausen eru ph.d.-lesandi og Laila Kjærbæk, ph.d. er postdoc á Center for Børnesprog, Institut for Sprog og Kommunikation við Syddansk Universitet.

Sissal M. Rasmussen hevur júst verið eitt hálvt ár á Syddansk Universitet, hon arbeiðir annars á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum við ph.d.verkætlan síni.
Verkætlanin kallast “Færøske børns tidlige sprogtilegnelse – Udvikling og normering af en færøsk version af CDI-forældrerapporter” og verður stuðlað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.