Skriva út
Lagt út: 04.10.2013

Bogi Bech Jensen heiðraður við AEG Elektronprísinum

Í farnu viku fekk Bogi Bech Jensen, ph.d. og lekatri á DTU Elektro ársins elektronprís frá AEG Elektronfonden.

Granskingin hjá Boga Bech Jensen innan økið “malandi elektriskar maskinur” hevur vakt stóran áhuga hjá nógvum vinnufyritøkum, segði deildarstjórin Kristian Stubkjær í grundgevingini fyri fyri at lata Boga Bech Jensen heiðurin.

Malandi elektriskar maskinur finnast m.a. í vindmyllum. Nógvar metrar uppi í eini vindmyllu hevur tað avgerandi týdning, hvussu haldførar, lættar og virknir generatorarnir í mylluni kunnu blíva. Í gransking síni hevur Bogi Bech Jensen bæði arbeitt við at betra um orkuna á vindmyllugeneratorunum og optimering av sniðnum.

”Á tann hátt hevur tú funnið besta plássið í granskingini í einum týdnigarmiklum øki, sum hevur stóran týdning fyri danska samfelagið,” sagde Kristian Stubkjær.

Hann rósti eisini undirvísingini hjá Boga Bech Jensen:  ”Tú ert ein verulig studentamagnet,”segði Kristian Stubkjær um Boga Bech Jensen. Hann hevur drigið at sær nakrar av bestu lesandi á økinum, samstundis sum tá á hansara cv nú er ein merkisverdur listi av tíðarritsgreinum og ráðstevnuíkøstum.

Bogi Bech Jensen varð gestur í Vangamyndini hjá Sjónvarpinum 4. oktober. Sendingin sæst her
 
Les um Boga Bech Jensen í Heilagrunninum

Elektronprísurin hjá AEG Elektronfonden
AEG Elektronfondens Elektronpris er uppá 50.000 kr. og verður latin eina ferð um árið fyri “at fremme den tekniske videnskabelige udvikling inden for det elektrotekniske område og på denne måde bidrage til at give dansk industris nuværende og fremtidige medarbejdere en bestandig fyldigere og videregående uddannelse.”

AEG Elektronfonden varð stovnaður av táverandi stjóra í AEG Danmark, Preben Momsen í 1989. Í kreppuni í 1990unum yvirtók DTU ábyrgdina fyri at lata prísin. Rektarin fyri DTU hevur síðani grunnurin varð stovnaður fyri 25 árum síðani sitið í stýrinum fyri grunnin.

Á myndini eru Bogi Bech Jensen og Anders Overgaard Bjarklev, rektari fyri DTU.

Kelda: DTU.dk