Skriva út
Lagt út: 05.02.2013

Bjørn Kunoy vart doktararitgerð í Paris

Mánadagin 4. februar 2013 vardi Bjørn Kunoy doktararitgerð sína við Université de Paris Ouest Nanterre. Heitið á ritgerðini er: “La délimitation du plateau continental au-delà de 200 milles marins”.

Í drúgvu ritgerðini viðger Bjørn Kunoy rættarreglurnar í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar.
 
Verjan vardi umleið 3 tímar og gekk sera væl. Ætlanin er at geva ritgerðina út í bók.

Vegleiðari hevur verið Alain Pellet, professari í Université de Paris Ouest Nanterre og fyrrverandi formaður í altjóða rættarnevnd Sameindu Tjóða.

Oppenentarnir vóru
Jean-Pierre Cot, emerit professari Université Paris I (Panthéon-Sorbonne), og dómari í altjóða havrættar dómstólinum í Hamburg;
James Crawford, Whewell professori, University of Cambridge;
Jean-Pierre Quéneudec, emerit professari í Université Paris I (Panthéon-Sorbonne);
Nathalie Ros, professari í Université François Rabelais de Tours; og
Sandra Szurek, emerit professari í Université Paris Ouest Nanterre.

Les um Bjørn Kunoy í Heilagrunninum

Myndin ovast er frá Vísindavøku 2012, har Bjørn Kunoy hevði eina av framløgunum. Niðanfyri er mynd av Bjørn Kunoy og panelinum, meðan verjan fer fram.