Skriva út
Lagt út: 27.03.2014

Beta Files handast Runavíkar Kommunu

Mánadagin 31. mars kl. 14 skipa Runavíkar Kommuna og Beta Files fyri almennum tiltaki í samband við, at Runavíkar Kommuna yvirtekur skjalasavnið hjá Beta Files.

Beta Files fevnir um skjølini frá virkseminum hjá Beta innan fiskivinnu árini 1977-2006. Talan er um eitt fullfíggjað skjalasavn yvir eitt 25 ára tíðarskeið fyri raksturin av trolarum hjá P/F Beta. Savnið kann í framtíðini verða brúkt av áhugaðum í samband við møguliga gransking (vinnulív, lærustovnar, granskingarverkætlanir v.m.)

Umboð fyri Beta koma at greiða frá tilfarinum og virksemi felagsins, eins og vísindafólk koma at vísa á, hvat tilfarið kann nýtast til.

Røðan, sum Olaf Olsen helt 12. apríl 2007, tá Beta Files var løgd fram 

Av tí at vit hava goymt øll skjøl hjá P/f Beta, hava vit savnað tey soleiðis, at tey eru atkomulig fyri tann, sum kundi havt hug at leita í teimum.

Hví skuldi nakar havt hug at leita í teimum? Tað hevur ofta verið sagt, at tað er lítið til av skjølum frá vinnulívinum, og hetta kundi so hjálpt eitt sindur uppá tað. Júst í hesum døgum er nógv tosað og skrivað um gransking, bæði í Føroyum og uttanlands. Kanska er tosið í Føroyum komið av tí, at tað er stórur dentur lagdur á gransking uttanlands.

Føroyingar hava havt stóra vitan innan fleiri økir, men hava ikki duga væl at selt sína vitan uttan á tann hátt, at teir hava fingið sína løn fyri at arbeitt fyri aðrar. Tað eru mangir útlendingar, sum hava ferðast til Føroyar fyri at vita, hvussu føroyingar arbeiddu, t.d. innan flakavinnuna, og hava fingið nógv at vita og eru vístir runt á mongum virkjum, og eru síðani farnir avstað aftur, og hava brúkt ta vitan, teir hava fingið, til at ráðgeva øðrum.

Tað eru rættiliga nógvir føroyingar, sum við sínum skipum hava víst øðrum á veiðimøguleikar og veiðihættir, sum eru tiknir upp av útlendingum, uttan at nakað er latið afturfyri tann kunnleikan uttan vanlig hýra og løn. Føroyingar hava fiskað á fremmandum høvum, til teir meira ella minni hava verið noyddir at selt síni skip til persónar ella feløg í teimum londum, sum hava fingið ognarrættin til tey sjóøkir, sum føroyingar hava fiskað í, aftaná at føroyingar hava sýnt teimum, at har ber til at reka fiskiskap eftir ávísum fiskasløgum.

Um áhugi og brúk er fyri tí, so eru her skjøl, sum eru yvir eitt tíðarskeið uppá eini 30 ár, og tað er ikki bert eitt úrdrag, men øll skjøl, bæði fakturar, avrokningar, brøv, tekningar, dagbøkur, hagtøl o.a.

Hevur nakar áhuga fyri at kanna skjølini t.d. við gransking fyri eyga, so ber til at koma higar at leita í teimum og rinda eitt gjald fyri at vera her. Fyribils leiga vit høli frá P/f Fiskavirking, og teir hava eisini víst vælvild við tað, at vit kunnu hava hesa presentatiónina her í hølunum hjá teimum. Verður stórur áhugi fyri tilfarinum, so hugsa vit okkum, at tað kundi funnist onnur betri egnaði hølir her nærhendis.

Hetta er sum nevnt ein sjálvsognarstovnur, og hann kemur ikki at hava nakrar nevniverdar handilsligar inntøkur, og gevur heldur ikki nakað av sær til stovnararnar, og fígging av rakstrinum má koma frá teimum, sum hava áhuga fyri at nýta hann og fyri at stuðla hann.

Skjølini eru ogn hjá einum sjálvsognarstovni, sum eitur Beta Files. Stovnararnir eru P/f Tjaldur og eg sjálvur. Stovnsfæið er 1 millión krónur, og harumframt eigur sum nevnt stovnurin øll skjølini. BP Exploration Ltd. hevur latið 490.000 kr í stuðuli til at gera tilfarið tøkt, og annars hevur P/f Beta goldið kostnaðin av at goyma og varðveita skjølini. Stovnurin hevur eina 3-mannanevnd, sum hevur skipað seg við Ragnari Olsen, fyrrverandi stjóra á P/f Beta sum formanni, og hinir báðir eru Hjalmar Petersen, stjóri á P/f Vónini og Poli Jacobsen, fíggjarstjóri á P/f Beta.

Tað er gjørt eitt yvirlit yvir tilfarið við teksti og myndum. Tað er ein bóklingur, sum er á føroyskum og eisini á enskum fyri at útlendingar kunnu gera seg kunnugar við savnið, um áhugi er til tess. Tann, sum vil ogna sær yvirlitið, fær tað fyri 200 krónur, og um man vil hava tað á báðum málum, kostar tað 300 kr tilsamans. Í yvirlitinum er víst á, hvat kann vera at kanna, millum annað um fiskiskap, prísir og virði, fiskireiðskap og menning av honum, veiðiorku, virking av fiski umborð, manningarmynstur, fiskileiðir, fiskastovnar og reguleringar, rakstur, oljunýtslu, kostur, avleitt virksemi og mangt annað.

Um tað vísir seg at verða áhugi fyri at hyggja meira gjølla at vinnulívinum og serstakliga við tað, sum hevur atknýti til fiskivinnuna, so kann savnið útbyggjast við øðrum tilfari. Flestu skjølini hjá P/f Vónini eru eisini til, og stava tey frá 1969 og frameftir. Har kann okkurt áhugavert vera at finna. Eg veit eisini um annað áhugavert her á leið, sum rætt hevði verið at hugt eftir.

Skjølini, sum telja væl meira enn eina millión, verða nú scannaði, so tað kann verða lættari at leita í teimum.

Her liggur nakað av tilfari frammi, sum øll eru vælkomin at hyggja í, og annars er meginparturin uppi á loftinum her. Har ber til at síggja restina, men trappan er ikki tann besta.