Skriva út
Lagt út: 24.04.2015

Bergur D. Hansen vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Fríggjadagin 24. apríl vardi Bergur Djurhuus Hansen ph.d.ritgerð sína, sum kallast: "Er heima til? Ein tekstslagsástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø."

Ritgerðin er úrslit av trý ára gransking, sum Bergur Djurhuus Hansen hevur framt sum part av síni ph.d. verkætlan.

Malan Marnersdóttir professari á Føroyamálsdeildini og dekanur hevur verið høvuðsvegleiðari hjá Bergi D. Hansen, meðan Frits Andersen lektari á Institut for Æstetik og Kommunikation, Aarhus Universitet hevur verið hjávegleiðari.

Arbeiðið er fíggjað av Granskingargrunninum og Fróðskaparsetrinum.

Verja av ritgerðini
Tað var stúgvandi fult á Vinnuháskúlanum kl. 13, tá verjan byrjaði. Mett verður at út móti 300 fólk vóru til verjuna.

Sigurð í Jákupsstovu rektari bjóðaði vælkomin og greiddi frá mannagongdini. Forkvinnan í metingarnevndini, Turið Sigurðardóttir professari legði fyri við at staðfesta, at metingarnevndin hevur góðkent ritgerðina til verju.

Turið Sigurðardóttir las brot burturúr metingini, har tey m.a hava skrivað:
“Við støði i hugsanunum hjá ferðafrásagnargranskarunum, Derrida, Genette, Bakhtin o.ø. lýsir og greinar Bergur D. Hansen neyvt og djúptøkið tey fýra verkini. Hann greiðir á sannførandi hátt frá, hvussu Viderø er síni egni – bæði við at flyta seg aftur og fram millum ymisk tekstsløg og við tí mátanum, sum verkini eru gjøgnumseyrað av margbroyttum millumtekstleika á ymiskum stigum. Framsetingin í ritgerðini eyðkennist av samanhangandi argumentatiónslinjum, bornum av neyvleika og vitan. Tey ástøðiligu sjónarhornini, sum verða tikin upp á ráð, og teir granskaðu tekstirnir verða støðugt borin saman, alla tíðina við granskaðu tekstunum í miðdepli”

Tey endaðu metingina við at siga, at:
“Ritgerðin vinnur fram úrslit, sum víðka um fatanina av einum ritverki, sum á flestan hátt líkist burturúr í bókmentaheiminum; úrslit sum eisini gera tað møguligt at víðka fatanina av okkara egnu søgu, samtíð og okkum sjálvum“

Síðani fekk Bergur D. Hansen orðið. Hann greiddi frá sínum arbeiði við ritgerðini, teoretiska grundarlagnum og um innihaldið í ritgerðini.

Aftaná fingu andmælingarnir orðið. Tann fyrri var Bergur Rønne Moberg postdoc granskari við Københavns Universitet. Hann umrøddi mest ástøðiliga partin. Hann lat væl at arbeiðinum og segði, at Viderø sigldi trygt inn í bókmentasøguna við arbeiðinum hjá Bergi D. Hansen.

Síðani var ein stuttur steðgur. Rektarin boðaði frá, at høvi varð hjá áhoyrarunum at seta spurningar beint eftir steðgin, ex audiotorio. Tveir spurningar vóru úr salinum. Hanus Kamban spurdi, um Bergur D. Hansen sá nakað skeringspunkt millum Viderø og J.H.O. Djurhuus. Jákup Reinert Hansen spurdi um tað er nakað munur á lýsingunum av heimbygdini Skálavík og bygdini Hvalvik, har Viderø var prestur.

Seinni andmælingurin var Dagný Kristjánsdóttir professari við Háskúla Íslands. Hon legði fyri við at ynskja Bergi D. Hansen og Fróðskaparsetrinum til lukku við ritgerðini, sum tey kunnu vera errin av. Síðani umrøddi og spurdi hon neyvari til sambandi millum høvundan og tekstin við støði í hugsan hjá ymsum ástøðingum.

Bergur D. Hansen svaraði væl fyri seg til allar spurningarnar og legði ymiskt afturat í kjakinum við andmælingarnar.

Tá verjan var liðug, fór metingarnevndin á stuttan fund at taka støðu til, hvørt ph.d.heitið kundi latast. Forkvinnan kundi síðani kunngera, at nevndini var púra samd um, at ph.d.heitið skuldi latast Bergi D. Hansen fyri vala verk. Eftir hetta handaði Sigurð í Jákupsstovu rektari honum ph.d.prógvið.

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Á myndini eru frá vinstru: Bergur Rønne Moberg, Turið Sigurðardóttir, Bergur Djurhuus Hansen, Dagný Kristjánsdóttir og Malan Marnersdóttir.

Fleiri myndir eru at síggja á Facebook síðu okkara