Skriva út
Lagt út: 19.04.2016

BBI JU útboð latin upp

Undir stóra økinum í Horizon 2020, SC2, sum fevnir um matvøru, landbúnað, havøki, tilfeingisbúskap o.a. er ein bólkur, sum nevnist: Bio-Based Industries Joint Undertaking.

BBI JU hevur sum mál at menna eina burðardygga evropeiska lívfrøði framleiðslu, sum ger Evropa minni bundið at framleiðslu, sum er grundað á lívrunnið tilfar. Eisini er sett sum mál, at bøta um í sambandi við veðurlagsbroytingarnar og at slóða vegin til grønan og umhvørvisvinarligan vøkstur.

Útboðini í BBI JU eru latin upp í dag og freistin at søkja um stuðul er 8. september 2016.

Vitja heimasíðuna hjá Bio-Based Industries Joint Undertaking her
Les útboðini á Participant Portal her