Skriva út
Lagt út: 29.04.2010

Avgerðin um ES-granskingarsamstarv útsett

Løgtingið viðgjørdi á fundi í dag  Uppskoti til samtyktar um at seta í gildi sáttmála um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Evropasamveldið og Føroya Landsstýri. Hetta skuldi vera onnur og seinna viðgerð av málinum, tí ein samd Uttanlandsnevnd mælti í áliti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Tilmæli var tó við tí treyt, at vissa var fingin fyri fíggingini av samstarvinum samstundis.

Á løgtingsfundinum í dag varð greitt, at neyðuga semjan um fíggingina ikki varð ikki fingin til vega undan fundinum. Hóast trupulleikarnar við fíggingini var greitt, at tað er breið politisk semja um, at Føroyar skulu fara við í ES-granskingarsamstarvið. 

Ein tepur meiriluti, 15-14, tók undir við uppskotinum hjá John Johannesen, formanni í Uttanlandsnevndini, um at senda málið aftur í Uttanlandsnevndina, meðan neyðugu avtalurnar um fígging verða fingnar uppá pláss.