Skriva út
Lagt út: 12.06.2012

Ávegis meting av ES-granskingarsamstarvinum

Mánadagin 11. juni var fundur í felagsnevndini millum Føroyar og ES um granskingarsamstarvsavtaluna partana millum. Hetta var fyrsti fundurin, sum í avtaluni er ásettur at skula vera í minsta lagi annað hvørt ár.

Tvey umboð frá ES-kommisiónini vóru komin til Føroya til fundar, Laurent Bocherau. Head of Unit, og Minna Wilkki, Policy Officer, frá International Cooperation. Føroysku luttakararnir vóru Martin Næs og Kristianna Sjóvará frá Mentamálaráðnum, Kate Sanderson og Gunnar Holm-Jacobsen frá Uttanríkistænastuni og Annika Sølvará frá Granskingarráðnum.

Á fundinum skiftu partarnir m.a. orð um samstarvið og royndirnar higartil. Semja var um, at samstarvið gongur væl, og at Føroyar hava staðið seg sera væl higartil. Lutfalsliga nógvar føroyskar umsóknir verða stuðlaðar í mun til umsóknir frá øðrum atknýttum londum.
ES-umboðini mettu eisini, at føroyska fyrisitingina á økinum var sera væl skipað.

Í sambandi við fundin varð skipað fyri vitjan á Fróðskaparsetrinum og Havstovuni, har framløgur vóru um føroyska gransking og granskingarpolitikk, um gransking og altjóða samstarv hjá Fróðskaparsetrinum og Havstovuni. Bogi Hansen, professari, helt eisini ein fyrilestur um granskingina av havstreymum kring Føroyar og í norðurhøvum, sum  verður væl stuðlað av ES.