Skriva út
Lagt út: 27.03.2014

Autisma byrjar í móðurlívi

Amerikanskir granskarar siga seg hava funnið prógv fyri, at autisma longu verður ment, áðrenn barnið verður føtt.

Granskarar hava kannað heilavevnaðin hjá 22 deyðum børnum í aldrinum 2 til 15 ár. Talan er bæði um børn við og uttan autismu. Hjá 90 % av børnunum, ið høvdu fingið staðfest autismu, funnu tey feil í heilanum samanborið við 10 % hjá børnum, ið ikki høvdu autismu.

Granskararnir funnu óvanligar broytingar í økinum í heilanum, ið er knýtt at sosialum og kenslubornum samskifti og máli.

"Kanningin staðfestir, at óvanligar broytingar eru at finna í ávísum støðum í heilanum og ikki í øllum heilabørkinum, og hetta gevur okkum eina vón og innlit í hvat autisma er," sigur Eric Cour chesne, professari og neurologur á University of California San Diego.

Granskararnir meta, at úrslitið gevur eina vón um, at heilin møguliga kann bøta fyri óvanligu broytingunum.

At kunna staðfesta autismu longu áðrenn barnið er føtt, ger tað møguligt at hjálpa børnum við autismu skjótari enn vit kunnu í dag. At veita børnum við autismu skjóta hjálp kann virka fyri at trupla støðan hjá barninum kann gerast munandi betri enn hon er í dag.

Les alla greinina her: bbc.com
 
Kelda: Forskning.no