Skriva út
Lagt út: 09.06.2009

Atkvøð fyri bestu granskarunum

12 ára gamla Maria hevur teknað hesa myndina.

Nú er møguleiki at atkvøða fyri tekningunum í triðja umfari av teknikappingini, Tekna ein granskara, sum Granskingarráðið skipar fyri. Atkvøðast kann fram til 26. juni. Atkvøð her: Teknikapping

Í síðstu viku vóru vinnararnir av øðrum umfari funnir, og fáa tey bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.

Kappingin er skipað í seks umfør og verða høvuðsvinningarnir útlutaðar, tá øll seks umførini eru liðug. Hepni vinnarin við tí bestu myndin fær tá eina farteldu frá City og nummar tvey og trý fáa eina fartelefon frá Vodafone.

Longu nú ber til at senda myndir inn til fjórða umfar. Freistin til at lata myndir inn til hetta umfarið, er tann 31. august.

Myndirnar frá aktuella umfarinum liggja sum myndarøð, sum til ber at blaða í. Um tú vilt atkvøða ella síggja, hvussu nógvar stjørnur ein mynd hevur fingið, skal tú trýsta á stjørnuna niðast til vinstru. Síðani kanst tú geva hvørjari tekning millum 1 og 5 stjørnur.

Myndirnar frá fyrsta og øðrum umfari síggjast umvegis mappunar í ovasta vinstra horni.