Skriva út
Lagt út: 09.05.2012

Arvalig sjúka granskast í Føroyum við peningi frá baseballspælara

Við fíggjarligum stuðli frá einum kendum amerikonskum baseballspælara setir University of Florida á stovn eina granskingareind á Landssjúkrahúsinum. Væntað verður, at granskingareindin kann virka fyri nýbroti innan arvaligar stoffskiftissjúkur og møguliga eisini broyta viðgerðina fyri høgt blóðtrýst og aðrar vanligar sjúkur.

Tað er grunnurin hjá Major League Baseball stjørnuni,  Johnny Damon, sum letur $ 16.000 til hesa verkætlanina.

“Sjálvur hevur Johnny Damon ikki nakað persónligt tilknýti til sjúkuna, so hansara vilji til at hjálpa hevur nógv at týða fyri meg”, sigur David Weinstein, professari,  á University of Florida, sum hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir. Dr. David Weinstein er leiðari fyri einum granskingartoymi, sum granskar í glykogen goymslubreki, ið er ein sjúka hvørs títtleiki er sera høgur í Føroyum í mun til í øðrum londum.

Í samstarvi við føroyskar myndugleikar og granskarar vilja granskarar úr Florida ikki einans granska glykogen goymslubrek, men eisini hvussu hendan sjúkan møguliga er tengd at øðrum vanligum heilsutrupulleikum.

Í Føroyum er tað Rúna Olsen, barnalækni, sum kemur at hava ábyrgd av granskingareindini.

Les alla søguna á heimasíðuni hjá University of Florida: http://news.ufl.edu/2012/05/08/faroes/