Skriva út
Lagt út: 28.01.2015

Ársfrágreiðing frá Vísindasiðseminevndini 2014

Nú er ársfrágreiðingin fyri 2014 hjá Vísindasiðseminevndini almannakunngjørd. Hon kann lesast her á heimasíðuni gransking.fo, sum fyribils hýsir tilfari frá Vísindasiðseminevndini.
Les frágreiðingina her

I frágreiðingini sæst millum annað, at í januar 2014 vóru allir limirnir í Vísindasiðsemisnevndini skiftir út. Nevndin hevur sjey limir; fýra leikfólk og trý fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísindi.

Nevndin fór til verka síðst í februar í 2014 og hevur havt tíggju fundir í 2014. Trettan umsóknir eru viðgjørdar. Fimm blivu góðkendar, fýra máttu fullfíggja umsóknina og fýra vóru ikki av slíkum slag, at tær kravdu góðkenning frá nevndini.