Skriva út
Lagt út: 16.10.2017

Arm- og beinvøddar svara ymiskt uppá kropsliga venjing

Magni Mohr, leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við Pál Weihe og Jákup Andreas Thomsen útgivið grein í vísindaliga tíðarritinum Physiological Reports við heitinum: “Muscle ion transporters and antioxidant proteins have different adaptive potential in arm than leg skeletal muscle with exercise training”.

Greinin lýsir, hvussu vøddaprotein, sum stýra jóninum Na+, K+, H+, Lac-, umframt fríum radikalum (reactive oxygen species) og sukurupptøku í beinagrindsvøddum svara uppá kropsliga venjing. Ymisk sløg av venjing vóru samanborin, og bæði arm og beinvøddar vóru neyvt kannaðir.

Stutt samanumtikið vísir kanningin, at arm- og beinvøddar hava ymiskt grundleggjandi støði viðvíkjandi jónregulering og antioxidativum kapasiteti, og at hesir vøddabólkar svara ymiskt uppá ymisk sløg av kropsligari venjing.

“Vit hava fyrr víst í m.a. kanningum í Føroyum, har vit hava samanborið mýlfysiologisk eyðkennini ímillum arm- og beinvøddar, at stórir fysiologiskir munir eru ímillum evnisskifti í vøddabólkum hjá menniskjanum. Í hesi nýggju kanningini vísa vit á fyrsta sinni nakrantíð, at markantir munir eru á jónregulering og antioxidativum kapasiteti í ymiskum vøddabólkum. Hetta er spennandi, og kann hanga saman við evolutiónini av arm- og beinvøddum hjá menniskjanum”, sigur Magni Mohr, verkætlanarleiðari.

“Arm og beinvøddar eru ættmenningarsøguliga sæð mentir undir heilt ymiskum fyritreytum hjá menniskjanum, sum nú hevur gingið á tveimum beinum í milliónir av árum. Armarnir eru nýttir til øðrvísi arbeiðsformar. Samstundis vit vita m.a., at vesturgrønlendingar hava betri evnir at brenna feitt í yvirkroppinum enn t.d. danir, sum kann partvíst vera ávirkað av evolutiónærum mekanismum. Vit hava brúkt føroyskar royndarpersónar í hesi verkætlan, og tí er tað eisini áhugavert at síggja hesi viðurskifti hjá okkum sjálvum. Serstakliga tá hugsað verður um, at livikorini hjá forfedrum okkara hava verið tengd at hørðum yvirkropsarbeiði í samband við m.a. langteinarógving”, hugleiðir Magni Mohr.

“Vit fara at arbeiða víðari við hesum og FarGen verkætlanin gevur okkum størri møguleikar at kanna okkara egnu fysiologi í ættmenningarsøguligum høpi. Til stuttleika kann eg nevna, at føroyingar standa seg munandi betur altjóða í ‘yvirkropsítróttum’, sum svimjing, rógving og fimleiki enn í renning og fótbólti, sum møguliga hongur saman við okkara fortíð sum landafrøðiliga avskorið fólk” gitir Magni Mohr at enda.    

Granskingarverkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

Greinin kann lesast her

Les um Magna Mohr í Heilagrunninum