Skriva út
Lagt út: 06.03.2014

Arbeiða fyri ókeypis atgongd til granskingarúrslit

Á nevndarfundi 5. mars 2014 samtykti Granskingarnevndin eftir tilmæli frá fyrisitingini, at Granskingarráðið í prinsippinum skal taka undir við Open Access politikki fyri vísindaligt arbeiði, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum.

Alt fleiri lond stuðla Open Access ella frítt atgeingi hugsanini. Semja er um, at størri ávirkan fæst av granskingini við at tryggja ótarnaða og ókeypis talgilda atgongd fyri øll til alment fíggjað granskingarúrslit. Open Access økir um nýtslumøguleikarnar av feskastu granskingarúrslitunum.

Ítøkiliga samtykti Granskingarnevndin, at Granskingarráðið skal skriva undir “The Berlin Declaration on Open Access to Knowledge in the Sciences and Humanities”.

Eisini staðfesti Granskingarnevndin, at Granskingarráðið skal taka undir við “Principles for the Transition to Open Access to Research Publications”, hjá felagsskapinum Science Europe .

Avgerðin er formliga fráboðað Science Europe og Max Planck Institute, sum umsitur yvirlitið við stovnum, sum hava undirskrivað Berlin yvirlýsingina.
Næsta stigið hjá Granskingarráðnum er at gera ein nationalan Open Access politikk, sum skal vera galdandi fyri alla gransking, sum verður fíggjað úr Granskingargrunninum. Her skal millum annað takast støða til, hvussu útreiðslur til Open Access útgávur kunnu takast við í fíggjarætlanir fyri verkætlanir.

Slóðir til Open Access politikk

Horizon 2020
 
Danmark

Norra

Svøríki