Skriva út
Lagt út: 16.11.2012

Annika Sølvará stjóri 3 ár afturat

Tann 1. desember 2012 eru fimm ár síðani Annika Sølvará tók við sum stjóri fyri Granskingarráðið. Hon var tá sett í eitt fimm ára skeið.

Tað er Granskingarnevndin, sum setur stjóran fyri Granskingarráðið. Fyrr í ár samdust Granskingarnevndin og Annika um at leingja hesa setanina við trimum árum frá 1. desember 2012.

-“Vit hava verið sera væl nøgd við samstarvið við Anniku”, sigur Martin Zachariassen, formaður fyri Granskingarnevndina, “Annika hevur gjørt eitt størt arbeiði fyri at seta gransking á dagsskránna í Føroyum. Vit meta tað vera best fyri tað arbeiðið, sum er sett í gongd við at fáa meira ferð á gransking í Føroyum, m.a. við ymsum raðfestingum og umskipingum, at Annika heldur fram í 3 ár afturat. Vit vænta, at politiska skipanin fer at raðfesta gransking næstu árini, og tá er gott at hava fólk við royndum, innliti og breiðum netverki at standa fyri arbeiðinum.”

Annika Sølvará ivaðist ikki í at taka av tilboðnum um leinging av starvstíðini.
-“Fyrstu fimm árini eru fokin avstað. Hetta hevur verið ein sera spennandi tíð,” sigur Annika, “og hóast eg haldi, at nógv er komið frá hondini, so eru fleiri mál eftir, sum eg fegin vil arbeiða víðari við. Serliga er tað ES-granskingarsamstarvið, sum vit hava brúkt nógva orku uppá at fáa bygt upp. Vit hava fingið góð úrslit longu, men vit eiga at kunna fáa enn meira burturúr hesi avtaluni, ikki minst um granskingin í Føroyum verður uppraðfest. Í hinum borðinum er tað almenna kunningin um gransking við m.a. Vísindavøkuni, sum er sera spennandi og týdningarmikil at arbeiða við.”

Í Granskingarráðnum arbeiða umframt stjóran ein NCP-samskipari, ein skrivari hálva tíð og 4 parttíðar NCParar (10% størv). Í næstum verður eitt fólk sett afturat til at byggja upp eina EURAXESS tænastu í Føroyum. Les meira um tað her.