Skriva út
Lagt út: 27.08.2017

Almennir fyrilestrar í sambandi við NSCMID ráðstevnu

Í døgunum 31. august til 3. september 2017 fer Nordic Society of Clinical Microbiology and Infectious Diseases at halda sín 34. ársfund í Føroyum. Roknað verður við, at fleiri enn 300 luttakarar vera við.

Í sambandi við ráðstevnuna verða tveir almennir fyrilestrar í Reinsarínum hóskvøldið 31. august.

William Simonsen lívfrøðingur tosar um sína gransking í spjaðing av skógarmottuni og tær smittur, ið hon kann bera, meðan sviin Bjørn Herrmann tosar um dálkinga í náta.

Skrá

Kl. 19.30-20.00 William Simonsen lívfrøðingur úr Føroyum,
North Atlantic Tick Study (NATS).
Gransking innan spjaðing av skógarmottuni Ixodes ricinus og teim sjúkuelvandi smittunum hon kan bera uppá.

Kl. 20.00-20.30 Bjørn Herrmann prof. og mikrobiologur úr Svøríki,
Er tað vandamikið at veiða náta? 
Hvat hava allir nátasjúkutilburðirnir í 1930unum lært okkum ?

Almenna tiltakið er skipað í samstarvi við Tórshavnar Kommunu.

Shahin Gaini, ph.d og yvirlækni á Landssjukrahúsið er formaður fyri NSCMID 2017 og høvuðsfyriskipari av ráðstevnuni.