Skriva út
Lagt út: 20.04.2017

Almennar skipanir eggja til vinnugransking og –menning

Tað er breið semja um, at tað er ynskiligt við nógv meira vinnugransking og –menning. Ynski er eisini um meira og fjølbroyttari samstarv millum universitet, granskingarstovnar og vinnufyritøkur. Endamálið er at skapa størri vøkstur og styrkja kappingarførið við at skapa nýggja vitan, vørur, tænastur og arbeiðspláss.

Í øllum Europa verður arbeitt miðvíst við at eggja fyritøkum til at arbeiða við gransking og menning og at gera íløgur á hesum økinum. Horizon 2020 leggur stóran dent á vinnugransking og –menning og letur fíggjarligan stuðul á nógvum ymsum økjum, bæði til einstakar fyritøkur og til samtøk av universitetum, granskingarstovnum og fyritøkum. Føroyskar fyritøku eru millum teirra, sum hava fingið játtað stuðul frá Horizon 2020.

Flestu lond hava eisini nationalar stuðulsskipanir til gransking og menning, har vinnufyritøkur undir ávísum treytum kunnu søkja.

Umframt fíggjarligan stuðul hava fleiri lond serligar skattaskipanir, sum við rætti til frádrátt eggja fyritøkum at gera íløgur í gransking og menning.

Skattafrádráttarskipanir í Noregi og Íslandi

Í Noregi hevur skipanin SkatteFUNN virkað í mong ár. Tað er Forskningsrådet, sum umsitur skipanina. Her kunnu fyritøkur søkja um at fáa verkætlanir góðkendar til at fáa skattafrádrátt. Tað eru ítøkilig krøv og umsóknarblað til endamálið.  Til ber at lesa um skipanina her

Eisini í Íslandi er ein skattafrádráttarskipan, sum verður umsitin av íslendska granskingarráðnum Rannís. Her kunnu fyritøkur søkja um at verða góðkendar til at fáa skattafrádrátt. Tað eru ítøkilig krøv og umsóknarblað til endamálið.  Til ber at lesa um skipanina her

Í Noregi og Íslandi er frádrátturin í løtuni umleið 18-20% av góðkendum útreiðslum til gransking og menning. Sambært Norsk Industri er áhugin fyri at brúka SkatteFUNN øktur munandi, og mett verður, at skipanin er tað sterkasta einstaka amboðið til vinnurættaða gransking. Les meira her

Í Føroyum fæst stuðul, men ikki frádráttur

Í Føroyum ber til hjá vinnufyritøkum at søkja stuðul til gransking og menning úr ymsum grunnum. Granskingargrunnurin, Fiskivinnuroyndir og Vinnuframi kunnu við ymsum skipanum lata stuðul til ávís vinnulig endamál. Eisini fæst ráðgeving ymsa staðni, serliga frá Vinnuframa, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum.

Tað finst enn eingin skattafrádráttarskipan í Føroyum, eins og omanfyrinevndu skipanir. Hetta varð annars partur av granskingarpolitikkinum Vitan & Vøkstur frá 2011, har tað stóð, at: ”Skipanir verða settar í verk, sum stimbra nýskapan og eggja vinnuni at gera íløgur í gransking og menning. ” Í tilmælinum um verksetan av politikkinum frá 2013 varð beinleiðis mælt til at seta eina skattafrádráttarskipan í verk. Enn eru okkum kunnugt eingi ítøkilig stig tikin til hetta.

Skipanir mugu umhugsast væl og krevja nógva fyrireiking 

Talan er ikki um løtuverk, um ein slík sipan skal setast í verk, tí tað eru nógv atlit at taka. Eitt er at meta um, hvørt hetta er vert at brúka orku uppá í mun til tað fyrisitingarligu byrðu, sum fylgir við. Er hetta rætta amboðið til føroyskar fyritøkur. Verður farið í gongd eru ásetingar bæði í føroyskari og altjóða lóggávu, sum skulu haldast. Eisini er neyðugt at hugsa um samspæl við aðrar skipanir, eitt nú stuðulsskipanir, so stuðul ikki verður latin fleiri ferðir til sama arbeiði.  Ein donsk frágreiðing frá 2015 lýsir eina røð av viðurskiftum, sum eisini eru viðkomandi, um ein líknandi skipan skal setast í verk í Føroyum. Hon kann takast niður her

Ein drúgv frágreiðing hjá Europa Kommissiónini frá 2014 – “A  Study on R&D Tax Incentives” – kann lesast her