Skriva út
Lagt út: 05.11.2003

Aliútgerð til streymasjógv ein vinnulig ph.d.

Vónin, Fiskirannsóknarstovan og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hava seinasta árið samstarvað um eina verkætlan, sum hevði til endmáls at menna útgerð til aling á streymasjógvi, og at byggja upp servitan um aling á streymasjógvi í Føroyum.

Granskingin heldur nú fram sum ein Ph.d. verkætlan hjá Øysteini Patursson í New Hampshire, USA, í samstarvi við Náttúruvísindadeildina  og vinnuvirkir í Føroyum. Heiti á Ph.d. verkætlanini er "Fishfarming equipment for exposed sites". Vegleiðari er Knud Simonsen frá Náttúrvísindadeildini og Professor David Fredrikson frá University of New Hampshire. Ph.d-verkætlanin byrjaði í august 2003, og verður liðug í 2007.

Áhugin fyri at ala á streymasjógvi byrjaði, tá ið vøksturin í útflutninginum av alifiski steðgaði í 2002. Tá vórðu øll økir í vardum sjógvi í Føroyum gagnnýtt. Eisini er tað ein sannroynd, at dálking kann verða ein trupulleiki á stillum vatni. Upplýsingar, sum Fiskaaling hevur savnað, vísa, at fiskur, ið verður aldur á streymasjógv sum heild trívist betri, og er betur søluvøra.

Aliringar, sum vinnan í stóran mun nýtir í dag, hava eina nót hangandi niður frá einum floti. Í nótini er oftast heft søkklína ella vektir fyri at halda henni niðri, men annars er einki, sum heldur nótini útspenta. Um rák er í sjónum, minkar rúmdin í nótini, og eisini kunnu lummar koma í nótina. Hetta ger, at trivnaðurin hjá fiskinum ikki er tann best møguligi. Um fiskurin kemur í samband við netið, kann skaði koma á roðsluna, sum kann elva til, at hann doyr stutta tíð seinni.

Ætlanin er at menna eitt alibúr, sum heldur nótina útspenta. Hetta vil eisini viðføra at størri nøgd kann vera í ringunum.Tvey hugskot hava verið frammi: Annað er at hava ein søkkring í botninum undir nótini, og hitt at gera eina streymverju framman fyri alibúrið til at minka um rákið, ið kemur á alibúrið. Fleiri alarar hava gjørt royndir við søkkringum, og royndir eru eisini gjørdar uttanlands, men tað sær ikki út til at ein væl virkandi loysn er funnin enn. Praktiskar royndir við streymverjum eru ikki framdar enn. Í verkætlanini, sum Vónin, Fiskirannsóknarstovan og Náttúruvísindadeildin framdu, vórðu model royndir gjørdar í tanganum hjá Vónini. Útrokningar eru gjørdar til at meta um alirúmdina við ymsari streymferð og við ymsum vektum í botninum á alinótini, umframt at royndir við einum 1:20 skala modellið av einum 128 m (ummál) aliringi eru gjørdar í tanganum hjá Vónini. Nøkur fyribils úrslit eru víst í talvuni niðanfyri.

Rák

Vekt

0.25 m/s

0.5 knob

0.50 m/s

1.0 knob

0.75 m/s

1.5 knob

4.5 kg/m

10.2 kg/m

28.7 kg/m

65%

83%

97%

33%

49%

80%

20%

33%

60%

Talva: Lutfalsliga rúmdin í nótinunum í mun til rák og vekt í botninum á nótini, víst sum prosentpartur av rúmdini, tá onki rák er.

Sum tað framgongur av talvuni má ein ávís vekt verða á søkkringinum fyri at rúmdin skal betrast munandi. Royndir við stívum søkkringi vísa eisini, at trupulleikarnir við flagrandi nót verða munandi minni, men um streymferðin verður ov stór kann ringurin kollapsa. Hetta hendi tá streymferðin var um 2 knob við nýttu model uppsetanini.

Í løtuni verður kannað hvussu aliringar standa í ymsum streymviðurskiftum. Mátarar eru settir á aliringar, umframt at streymmátingar verða gjørdar. Hetta fer at geva eina ábending um útrokningar og modelroyndirnar, sum eru gjørdar higartil, eru í tráð við veruleikan, og fer Øystein Patursson at nýta úrslitini í ph.d. verkætlan sína. Vinnuframagrunnurin lat fígging til verkætlanina hjá Vónini, Fiskirannsóknarstovuni og Náttúruvísindadeildini, meðan Statoil Føroyar fíggjar ph.d. verkætlanina hjá Øysteini.

Granskingarráðið fer at fylgja við í úrslitunum av verkætlanini. Annars hevur Náttúrvísindadeildini eina áhugaverda heimasíðu um streymkort, botnkort, fiskimið v.m.