Skriva út
Lagt út: 23.06.2014

Alitíðindi juni 2014 útkomin

Fiskaaling gevur Alitíðindi út fýra ferðir um árið. Í Blaðnum hesaferð eru áhugaverdar greinar um granskingarúrslit og útbyggingar hjá Fiskaaling.

Tú kanst eitt nú lesa um PhD verkætlanina hjá Petru E. Petersen, ið Granskingarráðið stuðlar, har víst verður á ílegumarkørar, sum vísa mun millum toskin á landgrunninum og á Føroyabanka.

Eisini er áhugaverd grein um, at Fiskaaling hevur ment ein ílegukanningarhátt, sum ger tað møguligt at staðfesta, um laksayngul er silja- ella rognafiskur.

Somuleiðis eru greinir í blaðnum um útbyggingar bæði við Áir og í Nesvík og áhugaverd grein um øking av framleiðsluorkuni og útflutninginum.

Fastur táttur í Alitíðindum eru framleiðsluhagtøl frá alivinnuni, sum eisini eru við hesaferð.
 
Alitíðindi kann heintast her