Skriva út
Lagt út: 17.07.2014

Aling av tara við plaggdúki

Granskarar eru við at menna plaggdúkar (textiles), sum kunnu verða nýttir til aling av tara í alibrúkum við strendurnar í Evropa.

Tari kann verða nýttur sum t.d. evnafrøðiligt brennievni, um hann verður aldur og framleiddur í munandi nøgdum.

Tari veksur vanliga á línum undir vatni, men granskarar í AT~SEA verkætlanini eru sannførdir um, at plaggdúkur kann verða nýttur til at framleiða tara í størri mongdum. Roynt verður við eginskapum hjá plaggi, sum verður formað sum ein stórur dúkur og sum kann geva mest møguligan ávøkstur. Ætlanin er at fáa 20 kg av tara at vaksa á hvørjum fermetri og á tann hátt slóða fyri møguleikunum fyri framtíðar aling av tara í stórum mongdum.

Filmur frá royndarstøðini við Írland sæst her

Kelda: horizon-magazine.eu