Skriva út
Lagt út: 19.12.2014

7 umsóknir fingu stuðul til gransking á heilsuøkinum

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til 7 granskingarverkætlanir, ið skulu menna heilsuøkið í Føroyum.

Tilsamans knappar 6 mió. kr. eru tillutaðar til verkætlanir innan høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skal lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.

Á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum í morgun varð kunngjørt, hvørjar umsóknir fáa stuðul í hesum umfarinum. Játtanir verða latnar á fýra raðfestum økjum.

Lagt dent á ph.d. verkætlanir
Á økinum Heilsa sum sosialt fyribrigdi fær Poula Patursson, M.Sc. í føðslu, 986.305 kr. til eina ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum um føðslutrot hjá skurðsjúklingum í Føroyum.

Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, fær 569.596 kr. til eina ph.d. verkætlan um at staðfesta føðitunglyndi.

Á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi fær Gunnhild Helmsdal, lækni á Landssjúkrahúsinum, 1.209.051. kr. til eina ph.d. verkætlan um útbreiðslu og ávirkan av meningitis í einum einsháttaðum samfelagi.

Amanda Gratton Vang, ph.d., granskari í biomedisini á Landssjúkrahúsinum og Granskarasetrinum iNOVA, fær 890.171 kr. til at granska ávirkan á immunverjuna hjá einum ávísum bólki av giktsjúklingum.

Og Thomas Rosenberg og Elin Holm, serlæknar í eygnasjúkum, fáa 313.360 kr. til at granska grønstar í Føroyum.

Á økinum Hjartasjúkur fær Magni Mohr, ph.d., lektari og granskari á Deildini fyri Náttúru- og heilsuvísind á Fróðskaparsetrinum, 446.200 kr. til at granska heilsufremjandi árin av rørslufótbólti hjá kvinnuligum og mannligum sjúklingum, ið eru í vanda fyri at fáa diabetes 2.

Og á økinum Sálarfrøðilig heilsa fær Sanne Storm, ph.d. í musikkterapi, 1.499.016 mió. kr. til eina verkætlan um at geva skjóta viðgerð móti angist og tunglyndi eftir føðing í Føroyum.

Sambært leiðreglunum fyri Sjúkrakassagrunnin skal stuðul til høvuðsøki 2 býtast nøkulunda javnt millum fimm raðfest økir. Á hesum sinni varð stuðul tó bert játtaður til fýra økir, tí ongar stuðulsverdar umsóknir vórðu mettar at vera á økinum Krabbamein. Eisini varð gjørt av at lata meira stuðul til økið Heilsa sum medisinskt fyribrigdi enn til hini økini, tí sera nógvar góðar umsóknir vóru til hetta økið.

Faknevndin, ið ger tilmæli til Granskingarráðið um, hvør skal hava stuðul, hevur serliga lagt dent á at veita stuðul til ph.d. verkætlanir, tí nevndin metir, at íløga í ph.d. útbúgving hevur stórt nyttuvirði í longdini.

Tilsamans 28 umsóknir vóru um stuðul á høvuðsøki 2 á hesum sinni. Bert fjórða hvør umsókn varð gingin á møti.

- Kappingin var sera hørð, serliga á medisinska økinum, og tíverri vóru fleiri sera góðar verkætlanir, ið rúm ikki var fyri á hesum sinni, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.
Játtanir til høvuðsøki 2 verða aftur latnar 19. desember 2015. 19. desember er ársdagurin fyri, nær fyrsti sjúkrakassin í Føroyum varð settur á stovn.

Tað ber eisini til at fáa stuðul til gransking á heilsuøkinum úr Granskingargrunninum. Næsta umsóknarfreist er 16. februar 2015. Tað eru 6,5 mió. kr. tøkar til stuðul á øllum fakøkjum.

Stuðul til stovnar á veg
Játtanirnar, ið vórðu latnar í dag, vóru fyrstu stuðulsveitingarnar úr Sjúkrakassagrunninum til høvuðsøki 2.

Fyrr í ár eru latnar tríggjar játtanir til høvuðsøki 1, sum fevnir um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk á heilsuøkinum. Eingin føst umsóknarfreist er til at søkja um stuðul til høvuðsøki 1, og umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar.

Eingin stuðul er enn latin til høvuðsøki 3, ið fevnir um stuðul til at menna heilsugransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar. Samráðingar eru í gongd í løtuni, og væntandi verður avtala um stuðulin á hesum øki gjørd í vár.

Til ber at lesa meira um fæið úr Sjúkrakassagrunninum her: