Skriva út
Lagt út: 27.06.2023

64 blómur og plantur í Føroyum lýstar í grein

Í Nordic Journal of Botany er grein um 64 føroyskar blómur og plantur, sum ikki eru við í bókini Føroysk Flora frá 2000. Hetta ískoytið til listan umfatar blómur og plantur, sum antin eru nýggjar, sjáldsamar ella bara dotnar ímillum og gloymdar í seinastu bókini um føroyskar plantur.

Skrásetingarnar av blómunum og plantunum eru gjørdar seinastu 20 árini á eini ørgrynnu av túrum ymsa staðni í Føroyum. Nýggju sløgini eru skrásett við viðmerkingum um, hvør hevur funnið tey, og við viðkomandi bókmentatilvísingum. Summar plantur eru funnar á nýggjum støðum ella hava mangla á nýggjastu yvirlitunum. Planturnar eru eisini flokkaðar í viðkomandi bólkar sum innangarðs og uttangarðs, hædd og hvørt tað verður mett møguleiki fyri, at tær spjaða seg. Fimtan av skrásetingunum eru flokkaðar í bólk sum innslødd við møguleika at spjaða seg ov nógv, dømi um hetta eru Strandarvingul, Garðaskøra, Kopardúnurt, Kristi blóðdroparunnur, Japansk pílaurt og Blettut apublóma.

Høvundarnir eru Jens-Kjeld Jensen, Flemming Thorning-Lund og Sjúrður Hammer.  Høvundarnir siga, at greinin er úrslit av sera góðum samstarvi millum leikvísindi og gransking, millum staðkend fólk við djúptøknum innliti í náttúruna og fakfólk við vísindaligum arbeiðsamboðum og -hættum.

Høvundarnir takka í greinini Simon Lægaard, Per Hartvig og Jens Christian Schou fyri hjálp at eyðmerkja sløg, Maritu Gulklett, Dánieli Jespersen, Annleyg Paturson, Rodmundi á Kelduni fyri at deila sína fjøltáttaðu vitan um evnið og eisini Poul Johannesi Simonsen, Eskild Hansen, Jógvani Páll Poulsen, Óla Kristian Heinesen og Jóhan Danbjørg Heinesen fyri at leiða høvundarnar á nógvar avbjóðandi plantuferðir.

Greinin kann frítt lesast her

Granskingarráðið hevur latið stuðul at rinda fyri útgávukostnaðin.

Mynd: Marita Gulklett