Skriva út
Lagt út: 15.02.2018

33 umsóknir um stuðul til gransking í 2018

Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti hósdagin 15. februar kl. 12. Tað komu 33 umsóknir inn. Til samans verður søkt um góðar 24 mill. kr. Tað eru upp til 7,5 mió. kr. tøkar til stuðul í 2018.

Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið frá knapt 30 og til næstan 50. Vanligt er at játta stuðul til uml. 10 umsóknir. Tað eru á hvørjum ári fleiri sera væl skikkaðar umsóknir, sum ikki fáa stuðul orsakað av avmarkaðu fíggjarorkuni. 

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her


Viðgerð av umsóknum

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, umtær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at metaum vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Endaliga viðgerðin av umsóknum er vanliga í mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.

Vit hava í dag sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.