Skriva út
Lagt út: 05.09.2012

23 framløgur á Vísindavøku

Tað vera 23 framløgur um gransking á Vísindavøku 2012. Tað eru serliga yngri granskarar, sum koma at siga frá evnum, sum tey fáast við. Framløgurnar fevna breitt fakliga og fólk frá øllum granskingarstovnunum eru við.

Framløgurnar fyrrapart hósdag og fríggjadag vera uml. 15 min., meðan tær seinnapart fríggjadag verða uml. 10 min. hvør. Høvi verður at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Skráin fyri framløgurnar sæst niðanfyri - fyrivarni verður tikið fyri broytingum

Hósdagur 27. september

kl. 08.30 Katrin Hoydal, ph.d.lesandi á NTNU, granskari á Umhvørvisstovuni:
"Hvussu ávirkar dálking grindahvalin"

kl. 09.00 Helgi Michelsen, granskari á Fornminnissavninum:
“Nýggj tøkni í fornfrøðini”

kl. 09.30 Ester Weihe, stud. med., arbeiðir við verkætlan á Landssjúkrahúsinum:
“Psoriasis og ílegur í Føroyum”

kl. 10.00 Bárður Niclasen, ph.d., adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum:
“Havið á teldu - hvat teldur læra okkum um aldu og streym við Føroyar”

kl. 10.30 Jana Ólavsdóttir, ph.d.lesandi á Københavns Universitet, granskari á Jarðfeingi:
“Ímyndið tykkum at Føroyar einaferð hevur havt Miðalhavs veðurlag”

kl. 11.00 Ámundur Nolsø, granskari á Náttúrugripasavnium:
“Aling av skeljadýrum - pilotprojekt við vørpuskel”

kl. 11.30 Petra E. Petersen, ph.d.lesandi á University of Stirling, arbeiðir á Fiskaaling:
“Ílegukanningar av føroyska toskinum”

kl. 12.00 Agnes Mols Mortensen, ph.d.lesandi á Univ. of New Hampshire:
“Tari, fjølbroytni og ílegur“

kl. 12.30 Hjalmar P. Petersen, dr.phil., lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum:
“At granska í føroyskum”

kl. 13.00 Kirstin Eliasen, ph.d.lesandi við Aarhus Universitet, arbeiðir á Havstovuni:
"Nebbasild á Føroyska landgrunninum - hvør av øðrum liva má"


Fríggjadagur 28. september

Fyrrapart
kl. 08.30 Marita Debes Magnussen, ph.d.lesandi við Háskúla Íslands, arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
“Riggar antibiotika viðgerðin í Føroyum?”

kl. 09.00 Bjørn Kunoy, , Dr. lesandi í Université Paris Ouest Nanterre, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni:
“Totalt langt úti – Hvør eigur rættin til undirgrundina har úti?”

kl. 09.30 Rannvá Biskopstø, granskari, arbeiðir parttíð á Ílegusavninum:
“Gransking av autismu í Føroyum tey seinastu 10 árini.”

kl. 10.00 Hans Ellefsen, ph.d.lesandi við Syddansk Universitet:
“Makrelstríðið”

kl. 10.30 Jónrit Halling, ph.d., granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu:
“Sáðgóðskukanningar í Føroyum”

kl. 11.00 Jim á Horni, vísindafólk á Jarðfeingi:
“3D í dýpinum. Jarðfrøði og seismikkur, hvat sær man?”

kl. 11.30 May-Britt Skoradal Jacobsen, granskari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum á Fróðskaparsetrinum:
“Er vandi fyri at 9. floks-næmingar fáa typu 2 diabetes?”

kl. 12.00 Dánjal Jákup Jacobsen, ph.d., granskari hjá Greensteam:
“Hvussu kann ein telda læra seg sjálva at spara orku?”

kl. 12.30 Shahin Gaini, ph.d., yvirlækni og granskingarleiðari á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum:
“Sepsis - Blóðeitran - fyrr og nú”

kl. 13.00 Kristin Magnussen, ph.d.lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum:
"Gøtunøvn - uppkalling ella orientering?"

Seinnapart
kl. 16.30 Amanda Vang, , ph.d., granskari í biomedisin, freelance:
“Testing treatments for neuroinflammation using animal models and laser capture”

kl. 16.50 Hans Ellefsen, ph.d.lesandi við Syddansk Universitet:
“Makrelstríðið”

kl. 17.30 Jana Ólavsdóttir, ph.d.lesandi á Københavns Universitet, granskari á Jarðfeingi:
“Ímyndið tykkum at Føroyar einaferð hevur havt Miðalhavs veðurlag”

kl. 17.50 Gunnar Restorff, ph.d., lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum:
“Støddfrøðingur í Føroyum - ein letingi millum arbeiðsmenn”

kl. 18.30 Jim á Horni, vísindafólk á Jarðfeingi:
“3D í dýpinum. Jarðfrøði og seismikkur, hvat sær man?”

kl. 18.50 Eydna í Homrum, ph.d., granskari á Havstovuni:
"Ferðing hjá upsa"

kl. 19.10 Bjørn Kunoy, Dr. lesandi í Université Paris Ouest Nanterre, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkistænastuni:
”Totalt langt úti: Hvør eigur rættin til landgrunnin har úti?”


Øll skráin fyri Vísindavøku 2012 kann takast niður her