Skriva út
Lagt út: 01.12.2016

13.5 minuttir fótbóltsspæl kann styrkja um beinagrindina

Nýggj kanning, har Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya hevur luttikið í saman við donskum grikskum og enskum granskarum, er almannakunngjørd  í altjóða tíðarritinum BioMed Research International.

Í kanningini luttóku 56 kropsliga óvirknar kvinnur í aldrinum 30-40 ár. Blóðroyndir vóru tiknar áðrenn, undir, aftaná og 48 tímar aftaná venjing fyri at staðfesta tað akutta venjingarresponsið í mun til beinagrindsheilsu. Víst varð m.a. at bert 13.5 minuttir av fótbóltsspæli á smáum vallum (2 ímóti 2 til 4 ímóti 4) økir um nøgdina á blóðmarkørum fyri beinvevnaðar-uppbygging munandi. Í kanningini var eisini ein bólkur av kvinnum, sum framdu sokallaða “vibratiónsvenjing”, sum m.a verður nýtt til venjing av beinagrindini. Hesin venjingarháttur gav munandi verri úrslit enn stutt-tíðar fótbóltsvenjingin.

Tískil kunnu kvinnur brúka stutt-tíðar fótbóltsvenjing at styrkja sær um beinagrindina og fyrireika seg uppá tíðina eftir skiftisárini, har beinagrindsheilsan hjá óvirknum kvinnum vanliga versnar nógv og skjótt. Henda venjing kann t.d. leggjast til rættis á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella í døgurðasteðginum.

Greinin kallast: “Short Duration Small Sided Football and to a Lesser Extent Whole Body Vibration Exercise Induced Acute Changes in Markers of Bone Turnover”

Høvundarnir eru J. L. Bowtell, S. R. Jackman, S. Scott, L. J. Connolly, M. Mohr, G. Ermidis, R. Julian, F. Yousefian, E. W. Helge, N. R. Jørgensen, J. Fulford, K. M. Knapp, og P. Krustrup.

Greinin kann lesast her