Skriva út

Børn og ung

Tað finst ein ørgrynna av heimasíðum til børn og ung um gransking og granskingarúrslit. Her eru nakrar slóðir, sum kunnu brúkast t.d. í fólkaskúlanum og á miðnámsskúlunum.

Snar
Føroyski undirvísingarprotalurin. Ein skattur við tilfari, uppgávum og spølum  til stór og smá, væl dagførd, altíð nýtt áhugavert tilfar.

Speki
Á snar.fo er ein temasíða við fyrilestrunum frá røðini Speki, sum Fróðskaparsetrið og Sjónvarpið gjørdu í 2007-2008. Nógv hent tilfar til uppgávuskriving.

Atlantsoyggjar
Heimasíða, ið lívfrøðilinjan 2011/2012 á Læraraskúlanum hevur gjørt og fer at halda við líka hetta komandi árið. Evnið er Atlantsoyggjar, og tað verður viðgjørt bæði í mun til náttúru, ílegur, vistfrøði og veðurlag. Eisini ymiskt annað lívfrøðiligt tilfar fer at vera at síggja her.
Fólkaskúlanæmingar kunnu t.d. brúka hesa síðu at nema sær kunnleika um bæði sítt egna umhvørvi, og um hvussu okkara náttúra og umhvørvi líkist og víkir frá oyggjum sum liggja longur suðuri.

Vitan
Útvarpið hevur eina sending, kallað Vitan, har serfrøðingar í næstan en tíma sleppa at greiða gjølla frá um okkurt evni. Nógvir av hesum serfrøðingum eru granskarar, bæði í Føroyum og uttanlands.

Forskning.no
Mest umfatandi síðan í norðurlondum til børn og ung. Filmar, tekstir, spøl og royndir. Nógv ymisk evni. Norsku miðlarnir endurgeva søgur av hesi síðuni 30-40 ferðir um vikuna.

NysgjerrigPer
Norsk síða til børn upp til umleið 15 ár. Spøl, kappingar og royndir av ymsum slag.

Experimentarium
Donsk síða til børn og og vaksin. Royndir, spøl, søgur um alt millum himmal og jørð.

Galathea 3
Donsk síða sum fylgir skipinum Galathea 3 á ferð síni kring knøttin. 

Stjørnuhimmalin
Ein spennandi síða har tú kanst finna stjørnur og stjørnumyndir.

Kennir tú okkurt gott stað, sum tú heldur vit áttu at víst til, kanst tú senda okkum ein teldupost á gransking@gransking.fo