Skriva út

Vísindavøka á ferð við Løkin

mikudagur 19.09.2018, kl. 19:30, Bókasavnið við Løkin

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.

Framløgurnar á Bókasavninum við Løkin eru

Hilmar Simonsen, Fróðskaparsetrið: Hava vit meiri vind í Føroyum nú enn fyrr?

Anfinnur Johansen, Fróðskaparsetrið: Føroysk fólkanavnagáva síðstu fjórðingsøld

Óluva Eidesgaard, Jarðfeingi: Er heita vatnið í Kollafirði burðardygt?