Skriva út

Umsóknarfreist: Stuðul til Fiskivinnuroyndir

mánadagur 04.12.2017, kl. 12:00, fvr.fo

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
- Burðardyggur fiskiskapur
- Royndarveiða og virðisøking av fiski
- Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Serligur dentur verður lagdur á, at:
- vinnan tekur lut í verkætlanini
- eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest
- samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
- at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kann útluta  7,2 mió. kr. komandi ár, sum er ein lækking uppá 1,4  mió. til nýggjar og verandi verkætlanir.

(Søga: ì byrjanini av 2016 var játtanin komin niður á 2,208 mió, men hendan varð hækkað við ársenda  við 1,3 mió. , tá fíggjarlógin var samtykt fyri 2016. Játtanin varð hækkað við 5,1 mió. upp í 8,4 mió. fyri 2017 og lækkar nú væntandi við 1,4 mió. niður á 7,2 mió. fyri 2018)

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300 kkr./ár í 3 ár)

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2018.

Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta.

Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. desember 2017, kl. 12:00.

Meira fæst at vita:

Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo

Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum.