Skriva út

Umsóknarfreist: Nýnorrønur matur

mikudagur 19.04.2017, kl. 10:23, Nynordiskmad.org

Í norðurlendska samstarvinum Nýnorrønur matur (stytt NNM) er nú møguleiki at søkja stuðul til verkætlanir innan evnisøkini “Branding/sjónliggering av norðurlendskari matmentan og virðum” og “Børn, ung og matur”. Játtaðar eru tilsamans 600 tkr. til hvørt evnisøki, ið verða veittar til eina ella fleiri verkætlanir.

Seinasta freist at søkja er 19. apríl, og umsøkjarar fáa væntandi svar fyrst í mai 2017.

Sí nærri lýsing og treytir, og tak niður umsóknarbløðini her

Meira er at lesa um NNM samstarvið her: www.nynordiskmad.org