Skriva út

Stuðul til gransking í hjartasjúkum og krabbameini

fríggjadagur 01.09.2017, kl. 12:00, Granskingarráðið

Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning á raðfestum økjum, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað eru í hesum umfarinum upp til 2 mill. kr. tøkar til gransking og menning á tveimum raðfestum økjum, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Økini eru 

•   Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð.
•   Krabbamein, epidemiologiskar kanningar / gransking innan krabbameinsøkið

Umsóknir skulu vera Granskingarráðnum í hendi í seinasta lagi 1. september 2017 kl. 12 føroyska tíð.

Les meira um møguleikar og treytir her.