Skriva út

Skeið um broytingar í arktis

mánadagur 02.10.2017, kl. 12:00, coursera.org

Interact-verkætlanin, sum Jarðfeingi er partur í, bjóðar skeið á enskum máli um, hvørjar broytingar eru í ferð við at henda í arktis, og hvørjar avleiðingar broytingarnar elva til.

Skeiðið byrjaði 2.okt og endar tann 5.november, og tað nemur við arktis, kava, jøklar, lofthavið, havið og fólk í øllum teim arktisku økjunum í heiminum.

Les meira og melda til á www.coursera.org/learn/changing-arctic/home/welcome