Skriva út

Skeið í epidemiologi fyri ph.d. lesandi

mánadagur 04.09.2017, kl. 09:00, Gestaborðstovan, Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya fara í heyst at bjóða skeið í epidemiologi.

Skeiðið fer at viðgera grundreglur innan epidemiologi, og hevur til endamáls at veita teimum lesandi førleikar til neyvt at meta um epidemiologiskar greinar og úrslit, umframt til sjálvi at fremja grundleggjandi gransking.    

Skeiðið telur 2,8 ECTS, og vendir sær í størstan mun til ph.d. lesandi. Onnur kunnu tó eisini søkja. 

Undirvísingin fer fram á enskum, og undirvísarar verða Sjúrður F. Olsen, MD MsSc (Epidemiol) DMSci Phd, og Marin Strøm MSc (PHSci) Phd.

Sí neyvari skeiðsupplýsingar og upplýsingar um krøv og kostnað her 

Undirvísingin ferð fram á Landssjúkrahúsinum í døgunum 4. til 7. september 2017 frá kl. 09.00 í Gestaborðstovuni á Eirargarði 7.

Umsókn við tilmelding v.m. fer fram á t-posti lsshaga@ls.fo  innan tann 15. mai 2017.