Skriva út

Skeið: Góða Horizon 2020 umsóknin

mikudagur 01.11.2017, kl. 09:00, First Hotel Grand, Odense, Danmark

Nú er kunngjørt, hvørji øki til ber at søkja stuðul til frá Horizon 2020 í árunum 2018-2020.

Ætlar tú tær at søkja stuðul, er gott at leita tær ráð um, hvussu umsóknirnar kunnu skrivast.

Á skeiði, sum danska EuroCenter skipar fyri í Odense 1. november, verður undirvíst í, hvussu tú skrivar eina góða umsókn. Tú kanst læra um Horizon 2020, um bygnaðin í eini umsókn, um metingarskipanina hjá ES og fáa góð ráð til tína umsókn. 

Les meira um skeiðið her

Arbeiðsprogrammini 2018-2020

Arbeiðsprogrammini fyri árini 2018-2020 hava verið fyrireikað í longri tíð, og hava serfrøðingar og onnur ráðgivið um innihaldið í útboðunum. Hesi arbeiðsprogramm skulu endaliga samtykkjast í ES skipanini, áðrenn tey verða almannakunngjørd á Participant Portal. Eitt yvirlit yvir útkast til arbeiðsprogrammini í ymsu skráunum er at finna her

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við Granskingarráðið um umsóknir ella annað í sambandi við Horizon 2020.