Skriva út

Ráðstevna: Heimsmálini hjá ST og Føroyar

fríggjadagur 23.02.2018, kl. 08:45, Norðurlandahúsið

ST-heimsmálini á breddan í Føroyum - hvørji eru tey 17 burðardyggu heimsmálini, og hvussu gera vit okkara part?

Fríggjadagin 23. februar verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum um tey 17 heimsmálini hjá ST, ið miða eftir at loysa heimsins størstu avbjóðingar. Magni Arge, fólkatingsmaður, skipar fyri. Við verða m.a. Mogens Lykketoft, fyrrverandi ST-aðalfundarformaður, Katherine Richardson, professari í havfrøði, Aksel Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal og Poul Michelsen, landsstýrismenn.

Í september 2015 settu Sameindu Tjóðir sær 17 mál, ið fevna um heimsins størstu trupulleikar, sum skulu loysast áðrenn 2030. Hesi fevna m.a. um at basa fátækradømi, veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum. Hesi mál eru sett, tí mett verður neyðugt at loysa trupulleikarnar, so øll kunnu liva eitt gott lív nú og samstundis lata komandi ættarliðum heimin í góðum standi. Ein týdningarmikil partur av hesum risa átaki, er at spjaða boðskapin vítt og breitt, soleiðis at vit bæði saman og hvør sær kunnu gera okkara fyri at betra um heimin.

Á ráðstevnuni verður kunnað um ST-ætlanina, og hvussu tikið verður ímóti henni í Føroyum og Norðurlondum. Sjóneykan verður serliga sett á heimsmál nr. 14, sum snýr seg um havið og lívið i havinum, ið hevur so stóran týdning fyri Føroyar.

Skrá

Mogens Lykketoft
Visiónin handan ST-sáttmálan

Aksel Johannesen, Løgmaður
Hvussu taka Føroyar av avbjóðingini?

Anniina Kristinsson, umboð fyri Norðurlendska Ráðharran
Norðurlendsk átøk og samstørv

Katherine Richardson, professari í havfrøði
Burardygga nýtslan av tilfeinginum í havinum

Høgni Hoydal, landstýrismaður í fiskivinnumálum
Large Ocean Nations

Ásmundur Gudjónsson, stjóri í NORA
Blue Fashion

Poul Michelsen, landstýrismaður í uttanríkismálum
Altjóða leikluturin hjá Føroyum í samband við heimsmálini

Tiltakið byrjar kl 8.45 og endar kl 12.00.

Fyriskipararnir siga, at øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.

Kortini er fyrimunur, um tey hava eina hylling á hvussu nógv koma, og ynskja tí eina tilmelding á tjodveldi@ft.dk ella á https://www.facebook.com/events/156676234984952/

Meir um tiltakið sæst eisini á Facebook: https://www.facebook.com/events/156676234984952/