Ph.d.-verja: Marnar Fríðheim Kristiansen
fríggjadagur 09.09.2022, kl. 13:00, Kongshøll, Sjóvinnuhúsið
Fríggjadagin 9. september klokkan 13:00 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum.
Niðurstøðan í granskingini vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving.
Lesið samandráttin av ritgerðini her
Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur frammi á Landsbókasavninum.
Verjan er opin fyri almenninginum.
Kelda: Fróðskaparsetur Føroya