Skriva út

Norðurlond undir sjóneykuna

mikudagur 04.03.2020, kl. 15:00, Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið skipar fyri ráðstevnu, har serligur dentur verður lagdur á umstøður hjá journalistum og miðlafólkum í smásamfeløgum. Granskarar og miðlafólk í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Álandi leggja fram, og hyggja nærri at spurningum um, hvussu eitt nú talufrælsi og fólkaræði verða ávirkað av, at nógv kenna nógv, og hvussu evni sum armslongd, gegni, sjálvsensurur og trýst frá lokalsamfelagnum gera seg galdandi millum tey, sum dagliga virka í miðlunum.

Hvussu sær framtíðin út hjá miðlum í Føroyum? Geva klassisk journalistisk ideal, sum eru vorðin til í meira urbaniseraðum samfeløgum, nakra meining í smærri samfeløgum? Og hvussu kann journalistikkur varðveita sín leiklut sum ein av grundsúlunum undir fólkaræðinum, tá ið samfelagið bæði er lítið og globaliserað? Hesir vera nakrir av viðgjørdu spurningunum á ráðstevnuni.

Skráin

15.00 – Vælkomin

15.15 – Heini í Skorini, ph.d., Fróðskaparsetur Føroya (FO): Global miðlamynstur og hvussu tey ávirka smásamfeløg.

15.30 – Jón Gunnar Olafsson ph.d., Háskóli Íslands/University of Iceland (IS): Hvussu lítilleiki (“smallness”) ávirkar fólkaræði, politiskar upplýsingar og journalistikk.

15.45 – Naimah Hussain, ph.d. Ilisimatusarfik/University of Greenland og Roskilde Universitet (GL/DK): Eitt nýtt tankamynstur: Journalistisk ideal í smásamfeløgum.

16.00 – Granskarar í pallborðsorðaskifti

16.15 – Steðgur

16.30 – Kári Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, Hagstova Føroya (FO): Kendleiki í smásamfeløgum og avleiðingarnar av hesum.

16.45 – Astrid Olhagen, fyrrv. redaktiónsleiðari í Ålands Radio (AX): Etiskar tvístøður og journalistiskt umhugsni í smásamfeløgum.

17.00 – Marjun Dalsgaard, journalistur og redaktørur, Kringvarp Føroya (FO): Arbeiðsumstøður hjá kritiskum journalistum: Trýst, hóttanir og sjálvsensurur.

17.15 – Beinta Løwe, løgtingsfólk og fyrrv. journalistur (FO): Frá tíðindafrásøgn til politikk: Etiskar hugleiðingar, persónlig val og nýggjar leiðir.

17.30 – Redaktørar í pallborðsorðaskifti: Hvat kunnu vit læra av tí, sum er komið fram, og hvussu sær framtíðin út hjá føroyskum miðlum?

Luttakarar: Jóhann Lützen, stjóri, Norðlýsið; Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri, Kvinna; Grækaris D. Magnussen, tíðindaleiðari, R7 og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Kringvarp Føroya.

18.00 Norðurlandahúsið bjóðar ein drekkamunn

Orðstýrari: Rógvi Olavson, Fróðskaparsetur Føroya.

Legg til merkis, at tiltakið er á føroyskum og enskum.

Tiltakið er ókeypis, men luttakarar verða kortini bidnir um at melda til
Fyriskipað í samstarvi við Norden i Fokus.

Kelda: nlh.fo